Innanlands

Meira ferð skal setast á oljuleitingina

Landsstýrismaðurin í oljumálum ætlar sær ikki at sita hendur í favn, meðan olja og gass verður framleitt beint hinumegin markið. Hann brýtur upp ermar og vil gera tað hann er mentur fyri at fáa gongd á aftur oljuleitingina við Føroyar.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar at seta ferð á marknaðarføringina av oljuleitingini við Føroyar. Mynd Jan Müller

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar at seta ferð á marknaðarføringina av oljuleitingini við Føroyar. Mynd Jan Müller

2026-04-17 15:43 Author image
Jan Müller
placeholder

Nýggja landsstýrissamgongan er ikki í iva. Hon vil bæði seta ferð á grøna orkuskiftið og skunda undir leitingina eftir olju og gassi. Orkan.fo  spurdi landsstýrismannin, Jacob Vestergaard, sum hevur drúgvar royndir frá samráðingum við onnur lond og feløg um eitt nú fiskivinnu - nú hann skal til at umsita eina aðra við, oljuvinnu -  um hann ikki sær møgleikar fyri at kunna brúka sína vitan og royndir, nú hann skal út at marknaðarføra oljuleiting við Føroyar. 

-Ja sjálvandi. Eg vóni vit veruliga kunnu seta ferð á bæði oljuleiting og vinnuna við at vaksa áhugan fyri føroyska økinum og soleiðis, at oljufeløg veruliga fáa áhuga fyri at royndarbora aftur á føroyskum øki.

[object Object] Frá móttøkuni í Tinganesi, tá nýggju landsstýrisfólkini vórðu vald. 

Grannalag við íblástri og vónum

Oljukeldurnar, sum funnar eru beint hinumegin markið, áttu at skapt áhuga fyri at bora okkara megin markið eisini. Infrastruktururin kemur vónandi skjótt upp at koyra hinumegin, og eg vóni vit so skjótt til ber kunnu fáa gongd á her eisini. Og eg síggi eisini fyri mær eitt samstarv tvørtur um mark.

Jacob Vestergaard sigur víðari, at vit mugu seta ferð á ikki bert við Open Door og bíða eftir, at feløg skulu søkja, men eisini sjálvi veruliga taka stig til at fara út til grannaranar og varpa ljós á okkara øki.

-Okkara góðu fólk á Jarðfeingi hava staðið fyri týðandi gransking, sum eigur at koma leitingini til góða. Vit vita tí nógv meira um undirgrundina í dag enn vit gjørdu, tá borað varð á sinni m.a. vitandi at tað finst ein virkin kolvetnisskipan í okkara undirgrund, og har her eru fleiri øki, har møguleikar eru at finna olju og gass. Vit mugu tí leggja frá landi av nýggjum og finna teir røttu persónarnar, sum kunnu hjálpa okkum á fáa glið og ferð á leitingina.

Landsstýrismaðurin er heldur ikki bangin fyri sjálvur at taka eitt tak fyri sakini og fara út at vitja og hitta umboð fyri bæði feløg og myndugleikar, um tað verður neyðugt.

-Vit fara at spenna okkum út so nógv sum tað nú einaferð krevst fyri at kunna finna oljuna og gassið í undirgrundini. Hvat man enn hugsar um olju, so hevur heimurin brúk fyri olju. Vit síggja, at tað eru óstabil samfeløg, sum sita á oljuni. Vit eru eitt framkomið samfelag, og sjálvandi skulu vit vera við til at finna hana og taka hana upp finst hon her hjá okkum.

Eiga roynd sjófólk og handverkarar 

Nýggi landsstýrismaðurin í vinnumálum sær eisini eina stóra framtíð í øllum tí avleidda virkseminum báðumegin markið. Føroyar ligggja tætt við oljukeldur í grannalagnum, sum eftir øllum at døma verða útbygdar. Tað setir krøv til roynd og dugnalig sjófólk og handverkarar, sum vit eiga í ríkiligt mát. Vit eru ein sjófarandi tjóð, og vit hava ment eina vinnu á landi, sum kunnu taka sær av nógvum av hesum uppgávunum. Føroyingar arbeiða í oljuvinnuni kring allan heim. Føroyar kunnu gerast eisini gerast eitt arbeiðspláss fyri teir. Tað er tí upplagt, at vit bjóða okkum fram bæði her heima og í grannalagnum sigur ein bjartskygdur landsstýrismaður í vinnumálum, sum ikki ætlar sær at sita hendur í favn, meðan oljan spríkir upp úr undirgrundini hjá grannanum.

[object Object]

[object Object]Mong frá vinnuni høvdu leitað sær til móttøkuna í Kristnastovu hjá nýggja landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard. Myndir Jan Müller

[object Object]Frá móttøkuni í Tinganesi. Myndir Jan Müller.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder