Innanlands

- Prísurin fyri bensin og diesel skal lækka við áleið 2,50 krónum fyri hvønn liturin

Hetta uppskotið fer at kosta slakar tjúgu milliónir krónur, men eyka MVG-inntøkur eru komnar í landskassan seinastu tíðina orsakað av høga oljuprísinum, so nettoprísurin verður nakað minni, staðfestir Aksel V. Johannesen. Hann vónar, at uppskotið kann leggjast fram í morgin

Vegna serstøku støðuna í mun til kríggj og oljuprísir, lovaði Aksel V. Johannesen, at tað fyrsta hann sum fíggjarmálaráðharri fór at hyggja eftir, vóru olkuprísirnir (Mynd: Sverri Egholm)

Vegna serstøku støðuna í mun til kríggj og oljuprísir, lovaði Aksel V. Johannesen, at tað fyrsta hann sum fíggjarmálaráðharri fór at hyggja eftir, vóru olkuprísirnir (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-23 07:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað tað kemur til bensin og diesel, so verður einki MVG goldið - frá samtykt til 31. juli. Tað inniber, at prísurin kemur at lækka við áleið 2,50 pr. liturin, í mun til verandi prísir. Tað vil siga, at tað verður umleið 100 krónur bíligari at fylla tangan.

Hetta var lyfti, sum Aksel V. Johannesen gav í gjár, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í samrøðu við FM1 setti orð á nýtt lógaruppskot. Tað er hansara fyrsta sum fíggjarmálaráðharri, og nakað sum skal bøta um støðuna, nú oljuprísirnir eru so høgir.

Hetta er serliga vegna krígsstøðuna í Miðeystri.

At lækka brennioljuavgjald og punktgjøld var eisini partur av ætlanini men fyri at lætta um fyrisitingarliga hjá almennu myndugleikunum og hjá oljufeløgunum, var mest einfalt at siga at MVG ikki verður goldið fram til 31. juli, staðfestir Aksel V. Johannesen.

Júst tað at uppskotið er tíðaravmarkað, gevur sínar avbjóðingar, og júst tí vónar landsstýrismaðurin, at tað kann ganga skjótt fyri seg.

 - Tað er eitt mál, sum er tíðaravmarkað. Frá tí lógin er kunngjørd, er hon galdandi til 31. juli. So vit skulu helst fáa tað samtykt nokso skjótt. Eg vóni, at tað kann verða lagt fram í morgin og viðgjørt í næstu viku, so málið verður avgreitt innan 10-14 dagar. Men tað er upp til løgtingið, sigur formaður Javnaðarfloksins við FM1.

Hoyr alla samrøðuna við Aksel V. Johannesen her

[object Object]
Aksel V. Johannesen saman við Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóra. Eitt uppskot frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum um MVG-frítøku á olju og brennievni er borið niðan í Løgtingið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Framløga er á skránni sum tað einasta á tingfundinum í morgin, og fyrstu viðgerðir eru týsdagin.

Sí eisini: Sjey tingfundir settir á skrá næsta mánaðin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder