Innanlands

Lesandi á DTU kanna rúmdarvinnu í Føroyum

-Føroyar helst væl egnaðar til útskjóting av fylgisveinum við millumstórum rakettum heldur føroyskur granskari á DTU Space

Lesandi á DTU Space á kanningarferð í Føroyum.

Lesandi á DTU Space á kanningarferð í Føroyum.

2025-04-06 13:51 Author image
Jan Müller
placeholder

Nógvar eru forkunnugu vitjaninar til Føroya ár um ár, men ein teirra er nakað heilt fyri seg. Talan er um 9 tøknilesandi á DTU Space, Danmarks Tekniske Universitet, sum í hesum døgum vitja í fleiri av oyggjunum. Endamálið við vitjanini er einki minni enn at kanna, hvørji øki í Føroyum kunnu hugsast at egna seg til at senda upp meðalstórar rakettir við fylgisveinum. DTU verður mett sum eitt av teimum bestu og fremstu teknisku universitetunum í Evropa, og tí er helvtin av teimum lesandi úr øðrum londum í Evropa. 

[object Object]

Tað eru bara fáir dagar siðani, at eitt ferðalag úr Føroyum vitjaði i Hetlandi fyri har m.a. at síggja, hvussu langt hetlendingar eru komnir við sínum ætlanum at skjóta upp smærri rakettir við fylgisveinum. Í tí sambandi hevur eisini verið frammi, at Føroyar høvdu verið vælegnaðar sum móttøkustøð fyri data frá fylgisveinum. 

Verkætlanin tey ungu lesandi, ið nú vitja oyggjarnar, arbeiða við, fer tó longur enn at gera Føroyar til móttøkustøð fyri data frá fylgisveinum. Hon tekur nevniliga fulla stigið og vil kanna, um onkur øki eru í Føroyum, sum høvdu kunnað verið partur av framtíðar rúmdarvinnuni, tá talan er um at skjóta út meðalstórar rakettir við fylgisveinum.  

Í Evropa er stórur tørvur á at kunna senda út í rúmdina rakettir við fylgisveinum, nú hetta í dag er avmarkað til fá støð í heiminum eitt nú USA. Í fleiri ár og serstakliga nú  rópar evropeiski rúmdarfelagsskapurin ESA varskó. Evropa er við at gerast eftirbátur. Stórur tørvur er á útskjótingarpallum í egnaðum plássum í Evropa til teir mongu fylgisveinarnar, ið skulu sendast upp komandi nógvu árini.

ESA hevur tí júst gjørt greitt, at Evropa fer at hava tørv á at senda nógv fleiri fylgirsveinar út í ringrás um jørðina komandi árini bæði til privat handilslig endamál og til samskiftis- og trygdarendamál. Eitt stig á leiðini eru støðirnar, sum nú verða royndar í Hetlandi og Norðurnorra, men ESA ynskir at fara longuri soleiðis,at stig verða tikin til at kunna skjóta út uppaftur størri rakettir, sum kunnu flyta millumstórar fylgisveinar. Og hetta er nakað, sum tey lesandi á DTU Space vilja taka upp í undirvísingini og granskingini. Og her hava tey so valt Føroyar sum møguligan pall fyri útskjótingum av rakettum við fylgisveinum. 

[object Object]

Ein av undirvísarum teirra er David Arge Klevang úr Havn, sum  arbeiðir á DTU Space sum lektari og er hansara fakøki menning av rúmdartøkni. Sjálvur er hann eisini partur av arbeiðinum hjá NASA á gongustjørnini Mars. Hann vitjaði í Føroyum herfyri saman við danska astronautinum Anders Mogensen og helt fyrilestur á Føroya Tele m.a. um møguleikarnar hjá Føroyum at gerast partur av framtíðar rúmdarvinnuni. 

Hann sigur við orkan.fo, at rúmdarvinnan fær alsamt størri  týdning kring allan heimin og heldur, at føroyingar kunnu og eiga at vera partur av hesi gongdini.

-Føroyar eru helst sera væl egnaðar sum útskjótingarpallur til rakettir við meðalstórum fylgisveinum. Tí hava vit eisini á DTU sum part av undirvísingini og útbúgvingini innan rúmdarrtøkni tikið Føroyar við í okkara arbeiði. Fleiri av okkara frægastu næmingum hava tí eisini valt at gera eina kanning í Føroyum,  har ljós verður varpað á tann tekniska møguleikan at seta upp útskjótingarpallar í Føroyum.

[object Object]Tey 9 lesandi á DTU Space hava vitjað fleiri av oyggjunum í Føroyum til tess at vita, hvørji pláss eru best egnað til rúmdarvinnu. 


Føroyar liggja eins og bæði Unst í Hetlandi og Andøya í Noregi væl fyri bæði geografiskt og geologiskt, og uppgávan hjá DTU næmingunum, sum vitja í Føroyum í hesum døgum,, er at vitja fleiri av oyggjunum serstakliga norðaliga fyri at  kanna, hvørjar kunnu egna seg til rúmdarvinnu. Til tess at gera eina slíka verkætlan  til veruleiki, sigur David Arge Klevang, krevst eitt vælegnað útskjótingarstað, ein djúphavn og so ein vælútbygdur infrastrukturur og ein ídnaður til at taka sær av tyngri uppgávum - alt nakað, sum  Føroyar longu hava ella kunnu fara undir  leggur rúmdargranskarin aftrat. [object Object]

Tað er í sambandi við eitt fak, sum David stendur fyri á  DTU, ”Space Systems Engineering”, at ein bólkur við 19  lesandi er farin undir at gera eitt “Feasibility studie” av einum  útskjótingartað í Føroyum. Ætlanin er so, at teirra arbeiði verður til eina drúgva frágreiðing, sum kann gerast eitt gott tekniskt input, íkast til bæði ídnað og myndugleikar í Føroyum við møguleikum innan rúmdarøkið. 

David Arge Klevang heldur fyri, at vísir kanningararbeiðið, at slík verkætlan kann fremjast í Føroyum, so má hetta vera nakað, sum føroyingar burturav standa fyri. -Eisini føroyingar eiga at vita, at rúmdarídnaðurin í løtuni er í besta blóma, og kunnu Føroyar bjóða seg fram eisini, kann hetta gerast áhugavert fyri Evropa, fyri Nato og fyri Ríkisfelagsskapin. Tað ræður um at síggja møguleikarnar og troyta teir. Men hetta má gerast í besta forstáilsi við fólkið her býr og við atliti til bæði náttúru og umhvørvi” leggur David aftrat.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder