Uttanlands

Døpru útlitini fyri heimsbúskapin senda oljuprís undir 30 dollarar

Tá altjóða peningastovnurin, IMF, í gjár kunngjørdi døpru útlitini fyri heimsbúskapinum, lækkaði oljuprísurin til góðar 29 dollarar

2020-04-15 09:01 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast søguligu semjuna sunnudagin millum heimsins størstu oljuframleiðarar - at minka framleiðsluna við nærum 10 mió. tunnum um dagin - so fingu døpru útlitini frá altjóða peningastovninum, IMF, seinnapartin í gjár, oljuprísin til at lækka við góðum 7% til undir 30 dollarar fyri tunnuna. Síðani er hann hækkaður eitt vet aftur.

Hóast vónirnar til eina hækking í oljuprísinum eftir stóru oljusemjuna í vikuskiftinum, so fekk prísurin eitt skot fyri bógvin, tá børsirnir lótu upp mánamorgun og staðfest varð, at oljuprísurin varð lækkaður heldur enn hækkaður.

Høvuðsorsøkin til døpru útlitini í nýggjastu frágreiðingini frá IMF er at finna í avleiðingunum, sum koronasóttin longu hevur havt og fer at hava í komandi tíð. Hóast semjan um at skerja oljuframleiðsluna munandi fyri at fáa oljuprísin í eina betri og meira stabila legu, so hevur koronasmittan longu havt við sær, at eftirspurningurin eftir olju er farin í botn.Virksemi, sum er knýtt at olju so sum flogferðslan, flutningur annars og framleiðsla, er í stóran mun steðgað upp.

Metingar siga, at eftirspurningurin í april fer at minka við 28 mió. tunnum um dagin og í mai við 21 mió. tunnum um dagin. Hetta er meira enn tvífalt ta nøgd, sum semja er um at skerja framleiðsluna.

Fleiri greinarar hava eisini í eina tíð ávarað um, at skerjingin uppá 10 mió. tunnur er alt ov lítil til at kunna viga upp minkandi eftirspurningin. 

Mánadagin kunngjørdi amerikanska orkumálaráðið, at skiferframleiðslan í USA fer at minka við 183.000 tunnum um dagin til 8,526 mió. tunnur í mai 2020. Hesi tíðindini høvdu eisini ávirkan á oljuprísin, sum hækkaði nakað aftur.

Hetta eru tíðir við sera skiftandi útmeldingum bæði um framleiðslu, avleiðingar av korona og um útlitini fyri heimsbúskapin, og tí hevur oljuprísurin verið so óstabilur seinastu dagarnar, tó at hann heldur sær rundan um 30 dollarar fyri tunnuna.  

Keldur: Reuters, Bloomberg, BBC, Energy Voice, e24, DN.no, Aftenposten

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder