2022-08-09 16:07
Magn gjørdi tað í morgun, og nú hevur Effo eisini lækkar sínar prísir á brennievni. Bensinprísurin er lækkaður við 20 oyrum og diesel við 16 oyrum.
Tá prísurin á bensini var hægst í summar 16. juni kostaði ein litur av bensini 15,48 krónur. Nú kostar sami litur 13,25 hjá bæði Magn og Effo.
Diesel var hægst nakrar dagar seinni í summar, tann 22. juni, og tá kostaði tað 13,99 krónur liturin. Ein litur av diesel kostar nú 12,29 krónur hjá báðum oljufeløgunum.
Oljufeløgini hava eisini lækkað prísin av gassolju, sum tann 29. juni kostaði 13.313 krónur fyri 1000 litrar. Nú kostar tað 11.500 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald