Innanlands

Effo: - Vit gera okkum ikki dælt av støðuni í Ukraina

- Hetta er ein álvarsom ákæra, sum vit als ikki vilja hava sitandi á okkum sigur stjórin í EFFO, Janus Thomsen í eini viðmerking til skuldsetingar um, at felagið í samband við prísáseting av olju ger sær dælt av vanlukkuligu støðuni í Ukraina

Janus Thomsen, stjóri í Effo vísir aftur atfinningum um prísáseting av olju

Janus Thomsen, stjóri í Effo vísir aftur atfinningum um prísáseting av olju

2022-03-11 15:40 Author image
Jan Müller
placeholder

Skuldsetingar móti føroysku feløgunum, sum standa fyri søluni av olju, eru fleiri í hesum døgum, nú m.a. kríggið í Ukraina er við til at hækka oljuprísirnar óvanliga nógv. Víst verður á, at oljufeløgini í Føroyum eru skjót at broyta prísirnar, tá altjóða prísstøðið á brennievni hækkar, men ikki tá tað fellur.

Ein teirra, sum vil hava at vita, hvussu oljufeløgini handfara prísásetingina í hesum døgum, er Aksel Johannessen, formaður í Javnaðarflokkinum. Hann hevur á tingi sett fyrispurning til landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum, har hann spyr, um tað er rímuligt, at oljufeløgini skulu sleppa at hækka prísin fyri eina vøru, sum kostaði munandi minni at keypa inn.

Orkan.fo hevur sent spurningin víðari til stjóran í Effo, Janus Thomsen, sum sigur, at Effo ger sær avgjørt ikki dælt av vanlukkuligu støðuni í Ukrania. Tað er ein álvarsom ákæra, sum felagið  als ikki vil hava sitandi á sær. EFFO vil tí fegið kunna almenningin um hetta málið, sum hevur vakt so miklan ans í serstakliga sosialu miðlunum.

Janus Thomsen:  

- Prísirnir hjá Effo fylgja prísgongdini á altjóða marknaðinum.

- Prísgongdin hjá Effo samanborið við feløg í Danmark hevur verið áleið tann sama higartil í ár. Tó eru prísirnir í Danmark hækkaðir munandi meir enn hjá Effo seinastu vikurnar.

- Tá keypt verður á goymslu, rinda vit ikki ein fastan prís fyri oljuna, men ein fyribils prís. Endaligi prísurin verður ásettur eftir nakrar vikur fram í tíð, og er ein miðalprísur av altjóða innkeypsprísinum.

- Tangaskip koma við olju til Føroya uml. 14. hvønn dag. Sostatt liggur oljan lutfalsliga stutt á goymslu.

- Seinasta levering av olju var í seinnu helvt í februar, so hækkingarnar seinastu vikurnar hava ávirkan á prísin á hesi levering og dagsins søluprísir.

- Sethúsakundar, ið hava sjálvvirkandi áfylling og gjaldsskipan, hava prístrygd, ið merkir,  at kundin er tryggjaður lægsta prísin 12 dagar áðrenn og 12 dagar aftaná tann dagin tey fáa fylt olju á tangan.

Hann vísir annars til frágreiðing til prísásetingina hjá Effo: 

https://www.effo.fo/effo/prisir/

Prísgongdin hjá Effo í mun til Danmark, uttan avgjøld:

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder