Tú hyggur ikki í ein norskan orkumiðil uttan at staðfesta, at norski orkurisin Equinor hevur ætlanir um at fremja nógvar útbyggingar komandi árini, ikki færri enn 28. Hesar eru fyri tað mesta á norska landgrunninum, íalt 17, men eisini aðrastaðni, eitt nú í Bretlandi og Kanada. Hetta liggur í kortunum samtíðis sum felagið metir, at tað fer at framleiða minni av olju og gassi sum frálíðir.
Equinor ætlar at útbyggja Rosebank oljukelduna við einum FPSO skipi av hesum slag umframt útbúnað á havbotninum.
Kortini metir felagið tað vera avgjørt neyðugt at útbyggja longu gjørd fund eins og at leita eftir nýggjum fyri at viga upp ímóti teimum goymslunum, sum sohvørt eru við at tømast. Millum framtíðar útbyggingarnar er eisini Rosebank oljukeldan, sum liggur eystan fyri Føroyar. Endalig avgerð um ta útbyggingina verður tó ikki tikin fyrr enn í 2022. Eisini hinumegin Atlantshav stendur oljukeldan Bay de Nord frammaliga. Aftrat hesum koma so nýggjar oljuleiðir í Norra umframt útbyggingar av verandi oljufeltum so sum Johan Sverdrup.
Hóast hesar mongu útbyggingar innan olju og gass, so hevur Equinor eisini ætlanir um at gera íløgur uppá 12 mia. dollarar í varandi orkukeldur innan 2026. Hesar eru fyrst og fremst í vindorku til havs men eisini í vetni og við at fanga og goyma CO2 í undirgrundini.
Equinor ynskir sostætt bæði at menna sín leiklut í grøna orkuskiftinum umframt at varðveita og menna sítt virksemi innan olju og gass. Hetta er eisini í tráð við politikkin hjá verandi stjórn í Norra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald