Talan er um Snøfonn Nord oljuleiðina, sum liggur tætt við stóra Johan Castberg feltið norðan fyri Hammerfest. Fyribils metingar vísa, at nýggja oljuleiðin goymir millum 37 og 50 mió. tunnur av olju.
Nú fer felagið saman við partnarunum Vår Energi og Petoro, at meta um, um fundið kann útbyggjast við at knýta tað í Johan Castbergleiðina nærhendis.
Nýggja leiðin kann fáa stóran týdning fyri Johan Castberg útbyggingina, tí nú verður grundarlagið betri og meira lønandi fyri hesi stóru og nýggjastu norsku oljuútbyggingini. Castberg verður tikið í brúk um ikki so langa tíð. Eitt framleiðsluskip verður nú riggað til at fara í Barentshavið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald