Uttanlands

Equinor ger nýtt oljufund

Hóast leitingin eftir nýggjum oljukeldum í Norðsjónum er minkað, so eydnast tað framvegis at finna nýggjar oljukeldur nærhendis gomlu oljuleiðunum.  Norska Equinor hevur júst gjørt eitt fund nærhendis Troll-leiðini.

Hóast fleiri av oljuleiðunum í norska partinum av Norðsjónum hava mong ár á baki, so ber framvegis til við nýggjari tøkni og vitan at finna nýggjar keldur nærhendis verandi framleiðsluleiðunum, og so varð eisini nú um dagarnar, tá Equinor gjørdi eitt fund nær Troll leiðini

2022-01-07 13:23 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um eitt fund nærhendis verandi oljukeldunum Troll og Fram og eru umleið 30 mió. tunnur í nýggju kelduni. Umboð fyri Equinor siga, at fundið eftir øllum at døma er lønandi og verður nú farið at kanna, um keldan kann bindast í verandi framleiðsluna á Troll leiðini.

Seinastu tvey árini hevur tað víst seg, at nýggjar oljugoymslur eru at finna nærhendis fleiri av teimum gomlu oljuleiðunum. Til ber at finna hesar við nýggjari tøkni og vitan, og tí metir Equinor, at góðir møguleikar eru at gera uppaftur nýggj fund á norska landgrunninum, har olja og gass longu hava verið framleidd í skjótt fimti ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder