Uttanlands

Equinor ger stóríløgu í gassorku í USA

Norska felagið brúkar 8,8 mia. kr. til at keypa seg inn í gassorkuverk í USA.

2026-08-18 10:19 Author image
Jan Müller
placeholder

Felagið hevur gjørt avtalu um at keypa ein ognarpart í gassorkuverkinum Lackawanna Energy Center í Pennsylvania. Orkuverkið hevur eina framleiðsluorku uppá 1.483 MW.

Equinor rindar 940 milliónir dollarar, svarandi til 8,8 milliardir norskar krónur, fyri 87,71 prosent av A-partabrøvunum í Lackawanna. Felagið tekur tó fyrivarni um, at keypsprísurin kann verða lækkaður, tá ið handilin verður endaliga framdur.

– Keypið gevur Equinor enn betri atgongd til størsta orkumarknaðin í USA, sum liggur nær við verandi gassvirksemi í Appalachia. Harumframt gevur íløgan ein gjaldstreym uppá stutt sikt og væntaða virðisskapan upp á longri sikt, sigur Helge Haugane, konsernstjóri fyri orku hjá Equinor, í einum tíðindaskrivi.

Lackawanna Energy Center letur orku til 70 mió. brúkarar í 13 statum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder