Tað er harmiligt, at ein nýggj avtala um diesel millum USA og Russland kann geva Russlandi eyka inntøkur, sum kunnu brúkast, til at fíggja kríggið í Ukraina, sigur danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen.
Hann sigur, sambært donskum miðlum, at ES hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at koma við hørðum revsitiltøkum fyri at gera lond minni bundin av russiskari orku, og er framvegis neyðugt at leggja trýst á Russland.
– Kósin hjá Danmark og ES er greið: Vit skulu framhaldandi leggja trýst á búskapin hjá Russlandi og standa saman um stuðulin til Ukraina.
Fleiri onnur evropeisk lond, m.a. Stórabretland og Týskland, hava eisini undirstrikað týdningin av framhaldandi at leggja trýst á Russland.
Les eisini: – Ein veik avgerð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald