Uttanlands

Bretski fíggjarmálaráðharrin stuðlar Rosebank

-Men avgerðin liggur hjá orkumálaráðharranum sigur hann. Tó kann forsætisráðharrin taka endaligu avgerðina..

2026-11-02 22:54 Author image
Jan Müller

Í sínum fyrsta uppskoti til fíggjarlóg hevur nýggi fíggjarmálaráðharrin í Bretlandi, John Healey tikið við í  inntøkurnar á fíggjarlógini skatt frá fleiri nýggjum og komandi olju- og gassframleiðslum á bretska landgrunninum teirra millum hjá oljufelagnum Adura, sum eigur oljukelduna Rosebank nærhendis føroyska markinum. Hetta meta eygleiðarar vera eina ábending um, at í síðsta enda fer umstrídda oljukeldan Rosebank at fáa grønt ljós, tí búskapurin hevur tørv á hesum inntøkunum. Í løtuni er fíggjarlógaruppskotið til endaliga viðgerð.

Rosebank-oljukeldan eystan fyri Føroyar heldur annars fram við at elva til kjak, meðan bíðað verður eftir eini avgerð.

John Healey  hevur givið til kennar, at hann stuðlar eini góðkenning av Rosebank. Tað leggur eisini trýst á leiðsluna í Labour flokkinum, at tinglimirnir ganga  í tveimum bólkum. Annar bólkurin tekur undir við teimum, sum  halda, at Bretland eigur ikki at flyta seg ein tumma í spurninginum um at loyva nýggjum oljuframleiðslum. Hin tekur undir við at loyva nýggjum framleiðslum, tí tær eru partur av orkumiksinum, sum Bretlandi tørvar  í fleiri áratíggju aftrat tvs. bæði olju og gass og varandi orku.  

[object Object]

John Healey hevur annars víst á, at avgerðin um Rosebank liggur hjá orkumálaráðharranum, Miatta Fahnbulleh. -Tað er hon, ið skal taka avgerðina, sigur hann sambært Energy Voice. 

Men hann sigur eisini:  -Tit kunnu taka tað sum eina ábending, at nýggi "Energy Wealth Fund" (Orku- og Ríkisdømisgrunnurin) loyvir, at allar inntøkur frá olju og gassi í Norðsjónum verða settar í henda grunnin. Vit kunnu so eisini brúka pengarnar til at skunda undir menningina av reinari tøkni.

Tað er annars  “Office for Budgetary Responsibility” (OBR), sum hevur ábyrgd av búskaparligu metingunum hjá bretsku stjórnini, og sum hevur tikið  væntaðu inntøkurnar frá Rosebank og fleiri øðrum oljukeldum við í sínum útrokningum.

Aðrir politikarar í Labour hava eisini givið til kennar, at teir stuðla verkætlanini. Ein teirra er leiðarin fyri skotska Labour-flokkin, Michael Marra, sum herfyri  í skotska tjóðartinginum, Holyrood gjørdi greitt,  at hann stuðlar Rosebank.

Enn ein stuðul er fyrrverandi bretska forsætisráðharranum Tony Blair, sum heitir á Labour stjórnina um at góðkenna Rosebank. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald