Uttanlands

Equinor hóttir Trump

Um ikki USA tekur aftur avgerðina at steðga stórari vindorkuútbygging í New York hóttir Equinor við heilt at taka seg aftur úr hesi stóru verkætlan

2025-05-13 14:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta sigur amerikanski leiðarin av verkætlanini, sum vísir á, at hevur fyrisitingin hjá Trump forseta ikki innan fáar dagar tikið aftur avgerðina at steðga Empire Wind 1 útbuyggingina, tí stjórnin er ímóti vindorkuútbyggingum, so fer norska orkufelagið at umhugsa at snara lykilin um. Heta kann koma óvart á lokalu myndugleikarnar í New York, sum hevur lagt seg eftir at nøktra framtíðar okrutørvin við varandi orku so sum vindmyllum.

[object Object]

Equinor sigur, at avgerðin hjá Tump fyrisitingini er í stríð við lógina og hóttir við atevna. Tað kostar Equinor 518 mió kr.  um vikuna at steðga verkætlanini. Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er umleið 50 mia. kr. Orkulundin er mett at kunna veita streym til hálva mió. húsarhald í statinum New York. 

[object Object]

[object Object]

Tað var innanríkisráðharrin í Trump stjórnini, Doug Burgum sum í apríl gav Equinor boð um at stegða við arbeiðinum at seta upp 800 MW vindmylnulundina uttanfyri New York. Grundgevingin var tann, at nýggja stjórnin skuldsetir undanfarnu Biden stjórnina fyri at hava skunda verkætlanina í gjøgnum uttan neyðugu kanningarnar.

Avgerðin er annars í tráð við orkupolitikkin hjá Trump, sum ynskir vindmyllur, har piparið grør. Hann ynskir at steðga øllum grønum verkætlanum, sum undanmaður hansara hevur givið loyvi til.

[object Object]Um ikki USA tekur aftur avgerðina at steðga stórari vindútbygging í New York hóttir Equinor við heilt at taka seg aftur úr hesi stóru verkætlan

Eygleiðarar siga, at tað verður spennandi at fylgja víðari gongdini í málinum, tí Trump er eisini kendur fyri at venda í hurðini, tá hann hevur tikið stórar og kolveltandi avgerðir. 

Boðini til Trump frá Equinor eru greið. -Finn eina loysn skjótast ella verður øll henda stóra verkætlan skrottað.


Keldur: E24, Bloomberg, World Oil


https://worldoil.com/news/2025/5/12/equinor-considers-killing-empire-wind-project-following-white-house-visit/?oly_enc_id=3136E7764801D5X




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder