Stjórin í Equinor, Eldar Sætre saman við sínum gamla starvsfelaga, nú nevndarformanninum í BP, Helge Lund.
Tvey av teimum stóru oljufeløgunum í heiminum, norska Equinor og bretska BP hava gjørt avtalu um at samstarv innan menning av vindorku í USA. Talan er um eitt strategiskt samstarv, har BP sum tað fyrsta keypir partar av tveimum vindorkuloyvum í USA, sum Equinor stendur á odda fyri. Keypið er uppá 9 mia. kr. Arbeitt verður við at menna orkuloysnir frá havvindi á eysturstrond USA.
Í dag eigur Equinor 100% í teimum báðum havvind loyvunum (lisensum) Empire Wind, sum liggur uttan fyri statin New York og Beacon Wind, sum liggur út fyri statin Massachusetts. Endamálið er at byggja flótandi vindmylnulundir til havs og harvið skunda undir menningina av varandi orkukeldum, sum aftur skulu vera við til at minka um CO2 útlátið.
Við hesum samstarvi ber til at fara undir sera umfevnandi verktætlanir, ið kunnu veita streym til mong húsarhald og virki í USA. Bæði feløgini hava drúgvar royndir við bæði olju- og gassframleiðslu og vilja m.a. brúka hesar til at menna varandi orkukeldur. Ein gongd, ið vit síggja alt meira til, har stóru oljufeløgini brúka sína tøkniligu vitan, royndir og fíggjarligu orku til at skunda undir menningina av varandi orkukeldum so sum vindorku. Við hesum vilja tey vísa, at eisini olju- og gassfeløg kunnu kunnu hava ein týðandi leiklut í broytingunum til varandi orkuloysnir.
Norska Equinor, sum stendur á odda fyri nógvum olju- og gassframleiðslum kring allan heimin, hevur sett sær fyri at brúka stóran part av inntøkunum frá kolvetnisvinnuni til íløgur í varandi orkukeldur.
Felagið hevur í hesum sambandi raðfest vindmylnulundir til havs í Bretlandi og hevur við hesum ment eina tøkni og ekspertisu, sum nú kemur væl við hjá øðrum oljufeløgum og fyritøkum sum heild eisini. BP, sum á sama hátt sum mong onnur feløg í kolvetnisvinnuni, vil eisini vera partur av vindorkumenningini til havs og er avtalan við Equinor í USA eitt greitt tekin um, at eisini bretska oljufelagið ætlar at raðfesta íløgur í varandi orkukeldur komandi árini.
Keldur: equinor.com, bp.com og DN.no
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald