Uttanlands

ES fóðrar russisku krígsmaskinuna við gass-milliardum

Hóast sanktiónir móti Russlandi keypir ES framvegis nógv russiskt gass. Hetta fær politikarar at rópa varskó.

2024-05-22 08:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Nú meira enn tvey ár eftir russisku innrásina í Ukraina, keypa lond í ES framvegis stórar nøgdir av russiskum gassi og eru harvið við til at gjalda fyri kríggið, sum av hesi orsøk kann gerast nógv drúgvari.

Hetta skrivar danska blaðið Jyllands-Posten. Hóast ES hevur minkað munandi um innflutningin av russiskum gassi síðani innrásina, so fær ES kortini 15% av síni samlaðu gassnýtslu úr Russlandi bæði gjøgnum rørleiðingar og sum flótandi gass (LNG). Hetta vísa tøl, sum ES hevur funnið fram til. Til roknistykkið hoyrir tó, at síðani 2021 til 2023 hevur ES kortini minkað um keypið av gassi umvegis rørleiðingar úr 40% niður í 8%. Men verður so innflutta LNG gassið tikið við, so er samlaði innflutningurin 15%. Flótandi LNG gassið gav russiska statskassanum 8 mia. euro í 2023. Aftrat hesum koma milliardirnar frá gassinum í rørleiðingunum. Hetta eru tøl frá granskingarstovninum CREA.

[object Object]Norra var í fjør størsti veitarin av gassi til Europa við 30,4%. Næst Norra var USA við 19,4%. Russland var sætti størsti veitarin av gassi til Evropa. 


Ein orsøk til at Russland forvinnur so nógvar vesturlendskar mia. uppá sølu av gassi er tann, at fleiri lond í Evropa kunnu ikki vera gassið fyriuttan til at framleiða streym og hita til borgararnar og vinnuna skrivar Jyllands-Posten. At gassið til hesi lond ikki er bundið at sanktiónspolitikkinum kemst av, at fleiri lond so sum Ungarn og Eysturríki hava so stóran tørv á gassinum.

Í februar váttaði eysturríkska stjórnin, at 98% av gassinnflutninginum kom úr Russlandi sambært týska miðlinum Deutche Welle. Í dag brúka 30% av øllum húsarhaldum í teimum 27 ES londunum gass til upphiting, hóast tað hevur eydnast londunum at minka munandi um gassnýtsluna, síðani kríggið byrjaði.

Jacob Kaarsbo, greinari í tankasmiðjuni Europa sigur við Jyllands-Posten, at tað er øll orsøk til at rópa varskó, nú ES hevur gjørt seg so bundið at russiskum gassi, tí hetta er í veruleikanum við til at geva Putin stýrinum møguleikan fyri at pumpa mia. av kr. í kríggsmaskinuna, sum berjist í Ukraina.

Sambært honum eru fleiri lond í ES bangin fyri avleiðingunum tað kann fáa fyri búskapirnar og eisini fyri veljararnar, um kvett verður heilt við russiskt gass. Trupulleikin er eisini, at enn er gassið úr Russlandi bíligasta orkan, sum fæst. 


Kelda Jyllands-Posten

Sí eisini hesa leinkju: 

https://www.consilium.europa.eu/da/infographics/eu-gas-supply/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder