Vitjanin í dag er partur av royndunum hjá ES eins og Danmark at taka nýggj stig í grøna orkuskiftinum skrivar EnergyWatch. Ursula von der Leyen skal undir vitjanini navngeva fyrsta metanolrikna skipið hjá Mærsk, sum júst er komið leiðina fram úr Suðurkorea. Metanolið er gjørt úr sólorku. Hetta verður kl. 9 føroyska tíð.
Í sama viðfangi fer hon at hava fund við Mette Fredriksen, forsætisráðharra um orku og veðurlagsmál.
Í røðu síni í ES tinginum í gjár umrøddi ES forkvinnan vitjanina í Danmark og segði, at hetta grøna skiftið er svarið uppá veðurlagsbroytingarnar. Skipið er tað fyrsta av 25 metanolskipum, sum Mærsk hevur bílagt á skipasmiðju í Suðurkorea.
Undir vitjanini í Danmark skal Ursula von der Leyen eisini vitja Dansk Industri umframt nakrar danskar fyritøkur, sum arbeiða við grønum orkuloysnum. Tað var hon, sum legði grundarlagið til European Green Deal í 2019, sum setir karmarnar og bjóðar inn til at gera íløgur í ein grønari heim.
ES tingforkvinnan sigur sambært EnergyWatch, at ES fer at stuðla vinnuni og ídnaðinum í at skifta til grøna orku og fer ES nevndin í næstum at skipa fyri fundum um grøna orkuskiftið í ymsum vinnugreinum.
Hon ger vart við, at eitt av málunum er at avgreiða góðkenningar til vindorku skjótari eins og útbjóðingarskipanir í øllum ES skulu gerast smidligari og betri.
Tørvurin á at fáa betri og smidligari skipanir at leggja botn til grøna orkuskiftið er ongantíð so stórur sum nú, nú tað t.d. í Bretlandi hevur víst seg at vera lítil og eingin áhugi fyri vindorkuútbjóðingum, nakað, sum kann raka alla vindorkuvinnuna og her ikki minst veitarar.
Enn ein avbjóðing er stuðulin, sum eitt nú USA og Kina lata til grønar orkuútbyggingar, nakað, sum hevur fingið fyritøkur í Evropa at flyta sínar framleiðslur til USA og KIna. Besti máti at forða fyri hesum skilst er at fáa stjórnir í ES londum eins og ES at stuðla grøna orkuskiftinum beinleiðis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald