Hetta sigur ein av luttakarunum á altjóða ráðstevnuni um smáar elskipanir og grøna orku, sum varð hildin í Føroyum herfyri. Corina Swharz er úr Eysturríki, frá "Austrian Institute of Technology" og fegnast um, at hon var við til ráðstevnuna, har hon fekk nógv burtur úr.
-Eg eri komin til Føroya fyri at finna sambond. Eg eri komin her fyri at læra. Hvussu tit loysa avbjóðingarnar.
Ber tað til í Føroyum við teimum avbjóðingum, sum her eru við sera skiftandi vindmegi og sólorku, so ber tað eisini til í Eysturríki.
Corina heldur tað er hugtakandi og kreativt, hvussu fólk finna loysnir uppá avbjóðingarnar at fáa alt meira varandi orku inn á elskipaninar.
-Tá tit fáa tað at rigga her í Føroyum, so riggar tað eisini hjá okkum í Eysturríki. Vit fáa íblástur frá tykkum og Super super cool eru nøkur av skoðsmálunum frá luttakarum úr ávikavist Eysturríki, Isle of Man og Spania, har SEV hevur gjørt samrøðubrot við luttakarar á altjóða ráðstevnuni um smáar elskipanir og grøna orku, sum SEV saman við Energynautics skipaði fyri í mai 2023.
Enn ein av luttakarunum á ráðstevnui, Ralph Peake frá "Energy and Suistanable Center of Isle of Man", er rætt og slætt hugtikin av tí hann hevur hoyrt og sæð í Føroyum:
-Vit eru so hugtikin av tí, sum fer fram í Føroyum við allari hesari varandi orkuni. Og vit vildu uppliva hesa ráðstevnuna. Føroyar og SEV eru komin so langt, og tað er íblásturin og heldur fram:
-Vit royna enn at menna visiónina, sum fólkið kann taka undir við og stuðla, so vit kunnu fara undir at seta vindmyllur og sólorkuskipanir upp.
Her í Føroyum tykjast tit so opin. Tað tykist sum tit hava eina rætta hugsan, har tað snýr seg um at fáa tað besta burtur úr fyri samfelagið og umhvørvið.
Ein annar luttakari sigur: -Eg taki ein stakk av visittkortum og góð sambond við allan heimin við mær og heldur fram:
-Fyrimunurin við slíkari verkstovu er, at vit fáa ein heilt serstakan bólk av fólki við vitan innan avbyrgdar elskipanir at hittast og læra av hvørjum øðrum.
Enn ein av luttakarunum var serstakliga hugtikin av vitjan hjá bæði Minesto í Vestmanna og hjá SEV í Suðri.
-Fyrsta dagin vitjaðu vit Minesto verkætlanina, sum vinnur orku úr sjóvarallinum og sum minnir um Science fiction. Eg vóni tey fáa tað at rigga har. Og so at síggja, hvussu tit hava ment Suðuroynna við varandi orku. Tað var sera forkunnugt at vitja í Suðuroy og siggja tær teknisku loysnirnar í hesi 100% varandi orkuskipanini, sum í dag koyrir við 100% varandi orku og sum er super super cool.
Tað var SEV saman við Energynautics, sum varð vertur fyri hesi ráðstevnuni.
Kelda: SEV
https://www.sev.fo/um-okkum/midlar-og-samskifti/webcasts/altjoda-radstevna-um-smaar-elskipanir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald