Svenska sjóverjan hevur nú boðað frá, at tað eru tilsamans fýra lekar á teimum báðum Nord Stream gassleiðingunum í Eystrasalti.
Tann fjórði lekin hevur verið kendur síðan týsdagin, sigur svenska sjóverjan, sambært Aftonbladet.
Fjórði lekin skal liggja millum teir báðar lekarnar á Nord Stream 1, men talan er um ein leka á nýggjara Nord Stream 2 leiðingini.
Danska sjóverjan hevur ikki send nýggj boð út í sambandi við fjórða lekan, skrivar dr.dk í morgun.
Aftonbladet skrivar, at granskarar á universitetinum í Lund søgdu týsdagin, at teir høvdu staðfest tvær spreingingar í økinum, har gassleiðingarnar ganga.
Tann fyrra hendi mánanáttina klokkan 02.03 lokala tíð í ein landsynning úr Bornholm, og sum elvdi til skaðan á Nord Stream 2. Hesin var máldur til 1,8 á richterskalanum.
Hin var klokkan 19.04 mánakvøldið nærhendis teir báðar lekarnar á Nord Stream 1 leiðingini á hædd við svenska býin Simrishamn. Henda spreingingin var fimm ferðir sterkari, máldi 2,3.
Men nú verður sagt, at talan møguliga kann vera um tvær spreingingar við stuttum millumbili.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald