Innanlands

Rosebank oljukeldan stóran týdning fyri føroyska leiting

Eitt undirstøðukervi í bretskum øki kann vera við til at rudda slóð fyri oljuleiting við Føroyar heldur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen.

Bárður á Steig Nielsen duldi ikki fyri á tíðindafundi, at eitt undirstøðukervi í bretskum øki, fer at hava avgerandi týdning fyri føroyska oljuleiting. Her saman við bretska  ráðharranum  í uttanríkismálum við ábyrgd fyri Evropa, Lord Wood of Anfield.  Mynd Jan Müller

Bárður á Steig Nielsen duldi ikki fyri á tíðindafundi, at eitt undirstøðukervi í bretskum øki, fer at hava avgerandi týdning fyri føroyska oljuleiting. Her saman við bretska ráðharranum í uttanríkismálum við ábyrgd fyri Evropa, Lord Wood of Anfield. Mynd Jan Müller

2026-11-26 17:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Spurningurin um lagnuna hjá risastóru oljukelduni við føroyska markið, Rosebank varð eisini umrøddur á tíðindafundi í Tinganesi í gjár, eftir at bretskur ráðharri í uttanríkismálum og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum høvdu undirskrivað samstarvsskjal millum londini bæði. 

Bretski ráðharrin segði seg ikki kunnað geva nakað endaligt svar frá orkan.fo um, hvørja støðu bretska stjórnin hevur til nógv umstríddu oljukelduna Rosebank við Føroyar.

Hann vildi tó siga so mikið sum, at stjórnin fór at taka eina avgerð um Rosebank í hesum árinum.

[object Object]Framleiðsluskipið Petrojarl Rosebank liggur á leiðini eystan fyri Føroyar og ger klárt til at taka ímóti fyrstu oljuni tíðliga í 2027. 

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum varð spurdur, um ein góðkenning av Rosebank oljukelduni nærhendis Føroyum kann hava týdning og jaligar avleiðingar fyri framtíðar leiting og virksemi á føroyska landgrunninum eins og fyri vinnuliga samstarvið sum heild millum londini.  

Hann helt fyri, at hetta var eitt mál, sum hevði stóran áhuga í Føroyum og segði m.a.:  -Tað er eingin ivi um, at tað hevur stóran týdning, at vit hava infrastrukturin uppá pláss í økinum, tá farið verður at leita. Hesin fevnir um eina so mikið stóra  íløgu, sum skal gerast aftrat, um vit finna olju í føroysku undirgrundini.

Eg trúgvi eisini, at oljufeløgini, um tey skulu til at fara undir leiting, eisini hyggja eftir hesum sigur landsstýrismaðurin og vísir á, at í avtaluni, sum er gjørd millum Bretland og Føroyar, verður samstarv bæði um orku, umhvørvi ol. eisini nevnt.

[object Object]

Stóri stríðsspurningurin í Bretlandi er, um stjórnin fer at góðkenna ella vraka loyvi til framleiðslu á kelduni, sum liggur tætt við Føroyar.

Bárður á Steig Nielsen heldur fyri, at tað er eingin ivi um, at verður Rosebank góðkent av stjórnini, tá liggja stórir møguleikar fyri Føroyar og leiting her. Við at geva loyvi kemur tað at byrgja uppundir áhugan fyri okkara øki. 

-Tað ger alt lættari, um ein infrastrukturur er har frammanundan. Hann leggur tó dent á, at hetta er ein avgerð, sum liggur hjá bretskum myndugleikum.

Eftir ætlan skal framleiðslan á Rosebank byrja tíðiliga í 2027. 


[object Object]

Tony Lloud bretskur ráðharri í uttanríkismálum vitjaði í Føroyum í 1999 fyri at undirskriva avtalu um sjómarkið.

Avgerðin liggur hjá orkumálaráðharranum

Bretski ráðharrin helt seg annars ikki til at svara spurninginum um, hvørja støðu stjórnin fór at taka.

Orkan.fo hevði annars henda spurningin til ráðharran:

"18. mai 1999, fyri 27 árum síðani, vitjaði táverandi bretski ráðharrin í uttanríkismálum, sáli Tony Lloyd, í Føroyum. Í sambandi við vitjanina undirskrivaði hann eina avtalu við Føroyar um sjómarkið millum londini bæði.

Hetta var startskotið til oljuleiting á føroyska landgrunninum og var sambært føroysku miðlunum tá eisini byrjanin til eitt nýtt skeið í samstarvinum millum londini.

Í dag hava vit aftur ein bretskan uttanríkisráðharra á vitjan, sum skal undirskriva eina samstarvsyvirlýsing millum londini bæði.

Hjartaliga til lukku við hesum.

Síðani vitjanina hjá Tony Lloyd í 1999 eru níggju boringar gjørdar á føroyska landgrunninum, men higartil uttan nakrar handilsliga lønandi oljufundir.

Vón okkara er, at oljuleitingin verður tikin upp aftur komandi ár.

Her er okkara spurningur:

Ein og hvør oljufundur á føroyskum øki fer uttan iva at vera treytaður av, at hann kann knýtast í verandi oljuundirstøðukervi í bretskum sjógvi.

Tí eru nógv í Føroyum, sum síggja fram til, at Rosebank-oljuleiðin verður útbygd.

Sært tú eina góðkenning av útbyggingini av Rosebank sum eitt jaligt íkast til framtíðar samstarvið og felagsskapin millum Føroyar og Bretland?"

[object Object]

Í svari sínum segði ráðharrin m.a.:

"Tøkk fyri at tit nevna Tony Lloyd, sum var ein sera góður vinmaður og starvsbróður. Eg visti ikki, at hann var í Føroyum fyri 27 árum síðani. Hann var ein sera dámligur og væl umtókur persónur, sum vit sakna nógv. Eg eri errin av at kunna fylgja honum og koma til Føroya so mong ár seinni." Víðari segði hann: 

"Eg má tíverri skuffa tykkum, tí eg hvørki fái ella kann svarað spurninginum. Hetta er ein spurningur um jura og nakað, sum eg ikki fái úttalað meg um. Hetta er eitt mál, sum ráðharrin í orkumálum fer at taka sær av, og eg rokni við at ein avgerð verður tikin í hesum árinum.

Men eg kann siga, at vinnuliga samstarvið millum londini hevur verið gott og fer at mennast enn meira eftir hesa avtaluna. So hvat orkumálum viðvíkur vóni eg, at vit kunnu halda fram við samstarvinum í Norðuratlantshavi í framtíðini."


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder