
Føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi minkaði umleið 6 prosent í 2024. Og hetta hendi, samstundis sum vit høvdu lutfalsliga stóran búskaparvøkstur. Hetta eru gleðilig tíðindi, ið vísa, at tey átøk, sum eru sett í verk, hava virkað. Men enn eru vit langt frá málunum í Parísavtaluni, og tørvur er áhaldandi á at seta tiltøk í verk at tálma útlátinum av vakstrarhúsgassum sigur landsstýrið í ískoytispartinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans.
Av 25 átøkum í samtykta orku- og veðurlagspolitikkinum frá 2022 eru 18 longu sett í verk, m.a. útbyggingarætlan fyri orkuøkið, lóggáva um fjarhita og skipan fyri óhefta orkuvegleiðing. Somu- leiðis er arbeiðið byrjað at minka nýtsluna av F-gassi. Stuðul og avgjøld eru týdningarmikil amboð til at tryggja eina rættvísa grøna umlegging, har øll kunnu vera við.
Landsstýrið vísir á, at altjóða maritimi felagsskapurin IMO arbeiðir við at fremja Parísavtaluna fyri sjóvinnuna, og Føroyar fylgja væl við, tí okkara mál um netto-null í 2050 er tengt at menning av tøkni og brennievni til skip. Havnirnar í Føroyum hava uppgávuna at útbyggja skipanir við landstreymi, men av tí at striltið hevur verið at fingið gongd á hesar útbyggingar, hevur samgongan sett stuðulskipan í verk til tess at stuðla upp undir hjá havnum, ið hava sýnt áhuga.
Føroyar arbeiða eisini altjóða við at minka útlát og dálking frá skipum og eru við í einari felags- umsókn til IMO um at gera havleiðirnar frá Portugal til Grønlands til sonevnt ECA-øki. Endamálið er at seta strong krøv um reinari brennievni. Føroyar ætla at luttaka á COP 30 í Brasil, har m.a. hav, matvøruframleiðsla úr sjónum og tillaging til veðurlagsbroytingar hjá oyggjasamfeløgum verða evni á skránni. Tættari samstarv við Danmark og Grønland á veðurlagsøkinum er eisini ávegis stendur í ískoytispartinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald