Innanlands

Føroyingar til Svøríkis at kanna elriknar lastbilar

Mikudagin fer eitt ferðalag úr Føroyum á kanningarferð til Svøríkis, har tað m.a. skal vitja deildina hjá VOLVO, sum ger el-lastbilar

2024-09-10 09:31 Author image
Jan Müller
placeholder

Á kunningartúrinum til Volvo Trucks Experience Center í Gøteborg frá 11. - 13. septembur verður varpað ljós á  grøna orkuskiftið innan størri flutningsakfør, elektromobilitet og tí elektrisku lastbilaseriuna hjá Volvo.

Á túrinum fæst eisini kunning um tey átøk, man hevur sett í verk í Danmark, fyri at stuðla uppundir skiftinum til el-lastbilar.

Á Volvo Trucks Experience Center í Gøteborg fæst  innlit í elektrisku modelseriuna hjá Volvo, og gjøgnumgongd verður av  stategiini  aftan fyri elektromobilitet, løðing, fígging, framtíðar ætlanir o.a. Føroysku luttakararnir fáa eisini møguleika at royndarkoyra elektrisku lastbilarnar hjá Volvo á einari avbyrgdari royndarbreyt.

Tað er felagið “Stórbilar”, sum skipar fyri ferðini og skal hon skiljast sum ein roynd at fáa føroyingar og føroyskar fyritøkur at varpa ljós á møguleikarnar í grøna orkuskiftinum at leggja um til elriknar lastbilar.

Stjóri í Stórbilum er Páll Rói Poulsen og er hann sannførdur um, at hetta er rætta leiðin at ganga, nú Føroyar vilja raðfesta grøna orkuskiftið og harvið minka um útlátið.

- Seinastu árini hevur politiska skipanin viðvirkað til, at skiftið til grønari flutningsloysnir innan persónbilar veruliga er komið ígongd sigur Páll Rói Poulsen og heldur fram:

- Føroyar eru eitt av fáu londunum í heiminum, har nærum allur innanlandsflutningur verður fluttur av størri og minni vøruvognum, lastbilum og trailarum. Tí ynskja vit á Stórbilum, saman við Volvo Lastvagnar AB og Volvo Trucks Danmark AS at skipa fyri hesum kunnandi túrinum.  

Stjórin á Stórbilum vísir á, at innan elektrifisering, so er eingin stórur lastbilur enn.

- Tað øki vit meta er mest áhugavert, er innan bingjuflutning og stykkjagóðs, umframt ruskinnsavning.  Vónin hjá vinnuni er, at myndugleikarnir eisini koma at stuðla upp undir grøna skiftið í flutningsvinnuni.  

- Vit á Stórbilum ynskja at vísa føroysku flutningsvinnuni og teimum vinnufyritøkunum, sum gjalda fyri flutningin, umframt mynduleikunum á økinum, at Føroyar eru egnaðar til at elektrifisera tungu ferðsluna. Tí taka vit stig til hendan kunningartúrin.  

Við á túrinum til Svøríki eru umboð fyri SEV, Landsverk, Akstovuna, BORG, Faroe Ship, Løvubetong, FØRKA, KJ, Gjaldstovuna, Thomsen & Co. Og Hans Egil Joensen & Synir.

Enn eru pláss til kunningartúrin, sum byrjar mikudagin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder