Innanlands

Fleiri mugu framleiða streym úr varandi orkukeldum

-Kósin er felags elnet við greiðari kervisábyrgd, samstundis sum karmarnir verða mentir, so vit fáa fleiri elframleiðarar úr varandi orkukeldum, har tað eisini er møguligt hjá vinnuni at gera stórar íløgur í varandi orkuframleiðslu. Hetta kann økja ferðina á grøna orkuskiftinum, minka tørvin á innfluttari olju og á tann hátt styrkja orkutrygdina..

Orðaskifti er í løtuni i løgtinginum um orkuspurningar í Føroyum (Mynd Jan Müller)

Orðaskifti er í løtuni i løgtinginum um orkuspurningar í Føroyum (Mynd Jan Müller)

2026-11-25 13:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Segði Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum í løgtinginum fyri løtu síðani í svari til spurningar frá Fíu Selma Nielsen tingkvinnu.  Spurningarnir vóru hesir:

[object Object]

-Hvussu er orkutrygdin hjá Føroyum? Fara orkutungir elbrúkarar at fáa møguleika at gera íløgur í varandi orkuframleiðslu úr vindi til egna nýtslu? Kann landsstýriskvinnan geva Løgtinginum eina tíðarætlan fyri, nær onnur kunnu framleiða inn á netið hjá SEV? Hetta spyr tingkvinnan Fía Selma Nielsen landsstýriskvinnuna í orkumálum um.  

[object Object]

Í svari sínum sigur Eyðdis Hartmann Niclasen:

-Tá spurt verður um orkutrygd, má skynast millum elveitingartrygd, fjarhitatrygd og orkutrygd í breiðum týdningi, har orkutørvurin hjá skipaflotanum og øðrum er íroknaður. Sambært tølum frá 2025 frá Umhvørvisstovuni er oljuparturin í føroyska orkurenslinum 88,2 %, meðan elveitingin stendur fyri 11,3 % har ið áleið helvtin kemur frá olju.

Olja er framvegis ein týðandi orka at halda elskipanini uppi, bæði á landi og á sjógvi. Sannlíkt fer grøna orkuskiftið á landi at ganga skjótari enn á sjógvi.Tað er eisini ein av høvuðsorsøkunum til, at orku-og veðurlagspolitikkurin 2022-2032 ikki hevur havt stórvegis fokus á sjóvinnupartin.

Á sjónum eru mest týðandi orsøkirnar til seinu gongdina á orkuskiftinum tøkniligar avbjóðingar og fløskuhálsar við umbygging ella útskifting av motorum hjá handilsflotanum og øðrum skipum, vantandi grøn brennievnisframleiðsla,avmarkað útbreiðsla av bunkringsstøðum við grønum brennievnum, umframt at talan er um kostnaðartungar íløgur hjá orkuframleiðarum og reiðaríum. Hetta sæst eisini aftur í tíðarfestu “net zero” virkisætlanini fyri minking av vakstrarhúsgassi hjá skipum, sum altjóða ST-sjóvinnufelagsskapurin IMO arbeiðir eftir.

Har verður miðað eftir, at útlátið skal minka minst 20 prosentog helst 30 prosent í 2030, minst 70 prosent og helst 80 prosent í 2040 og helst røkka málinum um “net zero” í 2050, har øll tøl verða máld í mun til útlátsuppgerðina frá 2008.Føroyar fylgja vanliga tilmælunum og reglunum frá IMO, so at skip undir føroyskum flaggi ikki verða fyri mismuni runt um í heimi.

Á landi er elveitingartrygdin hjá SEV ásett í lóg. Føroyska elskipanin er ein avbyrgd elskipan, sum ikki er bundin í elnetið hjá grannalondunum. Hetta merkir, at vit mugu sjálvi tryggja javnvág millum framleiðslu og nýtslu og hava nøktandi framleiðslumátt og tiltøkumátt tøkan, tá ið vindur, vatn og sól ikki kunnu nøkta tørvin.

Sambært grein 11, stk. 1 í elveitingarlógini hevur SEV “ábyrgd av, at veitingartrygdin og elgóðskan eru nøktandi.” SEV skal sambært grein 11, stk. 2 eisini arbeiða fyri, “at størst møguligur partur av elframleiðsluni, ið til eina og hvørja tíð er tøk, er úr varandi orkukeldum.” Eisini skal SEV“í samráð við landsstýrismannin leggja til rættis og meta um framtíðar tørv á at byggja út elframleiðsluverk og elnet.” og harumframt “kann SEV til eina og hvørja tíð geva boð til annan framleiðara um broyting í framleiðslu, ella, um neyðugt, kobla framleiðara av elnetinum.” fyri at “tryggja, at SEV kann liva upp til sína skyldu um at halda eina nøktandi veitingartrygd og elgóðsku sbrt. stk. 1”.

[object Object]

Veitingartrygd og tilbúgving

Á landi er veitingartrygdin og góðskan í fjarhitaveitingum eisini ásett við lóg, sambært grein 15  í elveitingarlógini. Har er tað loyvishavarin, sum hevur ábyrgd av veitingartrygd og dygd. Orkutrygdin annars, tað verið seg krøv til oljugoymslur hjá samfelagstýðandi almennum tænastueindum, privatum oljuveitarum o.ø., sum eru neyðug fyri at halda virkisførið í samfelagnum uppi í krepputíðum, er ein annar týðandi partur av spurninginum um orkutrygd.

Her er tað tilbúgvingarlógin, sum hevur ásetingar um, at “hvør landsstýrismaður skal, fyri sítt ábyrgdarøki”, hava eina tilbúgving samsvarandi ásetingunum í grein 1”, har endamálið við tilbúgvingarlógini er ásett soleiðis: “Endamálið við tilbúgvingini er at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir í sambandi við skaðahendingar ella vanlukkur, ella tá hóttandi vandi er fyri hesum, og at tryggja, at virkisførið í samfelagnum minst møguligt verður skert ella fer til grundar, orsakað av skaðahendingum ella vanlukkum.”

Sambært grein 16 í tilbúgvingarlógini kann ein landsstýrismaður “Fyri at tryggja, at virkisførið í samfelagnum minst møguligt verður skert ella fer til grundar, orsakað av skaðahendingum ella vanlukkum,” áleggja teimum, “sum hava virksemi, ið hevur týdning fyri virkisførið, at skipa fyri serstøkum tiltøkum við atliti at vørum, tænastum, framleiðslugøgnum o.ø., sum er partur av vanliga virksemi teirra.” og skal landið tá “rinda endurgjald eftir vanligum reglum. Endurgjald kann ikki krevjast, um kostnaðurin av at fremja kravboðini kann fíggjast við ásetan av prísi fyri viðkomandi vøru ella tænastu.”

Sambært grein 17 í tilbúgvingarlógini kunnu landsstýrismenn, kommunur og fyritøkur gera avtalur sínámillum og við onnur, sjálvboðin sum vinnulig, um samstarv og skipan av tilbúgvingini og sambært grein 18 hava allir partar í tilbúgvingini, skyldu at samstarva.

Sambært grein 3 í tilbúgvingarlógini, er tað landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum, sum samskipar tilrættalegging av tilbúgvingini og tryggjar eina samvirkandi tilbúgving fyri alt landið og veitir myndugleikum, kommunum og fyritøkum ráðgeving.

Á orkuøkinum er enn ongin samanhangandi orkutilbúgving gjørd, men SEV er farið í holt við at gera eina tilbúgving fyri elveitingini. Í mun til oljuveiting og oljugoymslur, er ongin samskipað tilbúgving gjørd og staðfestast má, at tørvur er á einari slíkari, serliga nú váðin fyri orkutroti tykist vaksandi orsakað av spentum støðum kring heimin. At Føroyar við grøna orkuskiftinum gerast meira leysar av innfluttari olju, er enn ein orsøk til at skunda undir grøna orkuskiftið, bæði hjá tí almenna, fyritøkum og í einstaka húsarhaldinum.

Varandi orkukeldur

SEV og landsstýrið hava fyri mongum árum síðani sett sær fyri, at øll elframleiðsla á landi, skal stava frá varandi orkukeldum í 2030. Nú vit stunda móti 2030 mugu vit tíverri staðfesta, at vit røkka ikki málinum, tí orkuskiftið gongur ov seint, bæði í mun til framleiðslupartin sum til orkuskiftið hjá brúkarunum. Samanumtikið kann tí sigast, at orkutrygd snýr seg um so øgiliga nógv: um heimligu framleiðsluorkuna, eitt skynsamt orkubland úr vindi, vatni, sól og biogass, orku-og tiltaksgoymslur til tíðir við lítlum vindi og regni, tryggan mátt,netkapasitet, umframt avlopshita til fjarhitaverk og so framvegis umframt øll tann olja, sum vit hava brúk fyrií elframleiðsluni og til bunkring av skipum, til orkuskiftið er komið á mál.

Tað er neyvan ov dapurskygt at siga, at Føroyar helst verða bundnar av olju í minst 20-25 ár afturat, til orkuskiftið á sjónum sannlíkt kann gerast veruleiki. Tøknin at fremja orkuskiftið á landi er hinvegin tøk og til ein prís, sum mett verður at privatu brúkararnir, tað almenna og væl riknar fyritøkur í ríkum londum hava ráð at gjalda.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Frá orðaskiftinum um orkumál í Løgtinginum fyrrapartin,  har umboð fyri allar flokkar høvdu orðið.

Til ber at fylgja orðaskiftinum her

Vinnan og vindorka

Í svarinum til spurning 2 um orkutungir elbrúkarar fáa møguleika at gera íløgur í vindorkuframleiðslu til egna nýtslusigur landsstýriskvinnan:

Spurningurin um orkuskiftið hjá orkukrevjandi fyritøkum hevur fyri stóran part snúgvið seg um, á hvønn hátt vinnan kann gera íløgur í varandi orku, fyri tað mesta vindorku, og hvussu vinnan sjálv kann gagnnýta hesar somu vindorkunøgdir, sum íløga er gjørd í.

Ein spurningur, sum er kendur frá arbeiðinum við punkt 10 í semjuskjalinum frá 2022 millum landsstýrið, kommunufelagið og SEV. Har var arbeiðssetningurin at gera tilmæli til landsstýri um, hvussu framleiðslueindir, sum serliga eru ætlaðar til egna nýtslu hjá orkukrevjandi vinnufyritøkum, kunnu verða knýttar í elkervið. Arbeiðsbólkurin kom við einum tvíbýttum tilmæli:

A)Tilmæliðfrá landsstýrisumboðunum er í stuttum hetta:•Orkukrevjandi vinnufyritøkur kunnu seta varandi orkuverk (vind og sól) upp til egna nýtslu. •Framleiðslumátturin kann í mesta lagi vera 110 % av mesta orkutørvinum hjá fyritøkuni.•Framleiðslan kann flytast um elnetið hjá SEV frá framleiðslustaðnum til orkukrevjandi fyritøkuna. •Fyritøkan skal gjalda íbindingargjald, fast gjald og gjald fyri flutning og stabilisering. •Avlop kann latast inn á netið, men bert SEV kann keypa avlopsorkuna, eftir tørvi og sambært frammanundan ásettari prísskipan. •SEV hevur ikki skyldu at keypa avlopið. •SEV skal kunna stýra framleiðsluni, so eginframleiðsla og eginnýtsla javnviga. •SEV veitir ikki tiltøkumátt til eginframleiðaran; tá eginframleiðslan ikki røkkur, skal eginbrúkarin hava annan tiltøkumátt tøkan.Við hesum verður samhaldsfasta skipanin varðveitt, tí allur flutningur av elorku framvegis fer um netið hjá SEV, og har vinnan rindar fyri netnýtsluna.

B)Tilmælið frá umboðunum hjá Kommunufelagnum og SEV•Mælt varð frá at geva orkukrevjandi vinnufyritøkum loyvi at seta vindmyllur upp til egna nýtslu, tí vindorka longu verður útbygd eftir tíðarfestari útbyggingarætlan og stúrt var fyri, at privat  vindframleiðsla á henda hátt kann troka ætlaða vindorku av netinum og harvið leggja ein meirkostnað yvir á vanligu elbrúkararnar. Í staðin mæltu kommunalu umboðini til, at SEV selur orkutungum fyritøkum avlopsvindorku til lægri prís.  •Mælt varð til, at lata orkukrevjandi vinnufyritøkur seta sólorkuupp á disponerað øki á egnum matrikuli, treytað av verkið er ætlað til egna nýtslu og ikki er væl størri enn mesta nýtslan, at verkið verður íbundið uttanfyri el-málaran, so bæði framleiðsla og nýtsla verða máld, at  sólorkan verður seld SEV, og at søluprísurin svarar til framleiðsluprísin á teirri elorku, sum sólin trokar burtur tíma fyri tíma og at fyritøkan síðani keypir alla sína elnýtslu frá SEV sambært prísskránni.

Sev og orkutunga vinnan

Stutt sagt er semja um, at orkutungar fyritøkur kunnu hava eginframleiðslu av sólorku til egna nýtslu, men semja er ikki um, hvussu langt skipanin skal røkka og hvørjar aðrar varandi orkukeldur, skipanin kann fevna um. Politiskt verður tí framvegis arbeitt við at troyta møguleikarnar og at skapa karmar, har privatar íløgur kunnu vera við til at skunda undir grøna orkuskiftið, samstundis sum vit varðveita eina felags, trygga og fíggjarliga samhaldsfasta elskipan. Málið má vera ikki at seta SEV og orkutungu vinnuna upp móti hvørjum øðrum, men heldur at menna skipanir, sum gagna báðum.

Staðfestast kann, at vinnan ynskir at vera ein partur av loysnini, bæði við kapitali og íløgum og at orkutung virki við fleksiblari elnýtslu, eisini kunnu vera partur av framtíðar orkutrygdini og optimera nýtsluna av el, sum er framleitt úr varandi orkukeldum.

[object Object]Spurningurin um oljuleiting við Føroyar varð partur av orðaskiftinum um framtíðar orkupolitikkin í Føroyum í tinginum fyrrapartin. Her hittir landsstýrismaðurin í vinnumálum Jacob Vestergaard stjórarnar í teimum stóru oljufeløgunum, sum arbeiða eystan fyri Føroyar undir vitjan í Aberdeen fyrr í ár. Mynd Jan Müller


Nýggj lendislóggáva ávegis

Svar til spurning 3 um tíðarætlan fyri, nær onnur kunnu framleiða inn á netið hjá SEV:

-Onnur enn SEV framleiða el inn á netið hjá SEV, bæði tá ið talan er um biogass, sjóvarfallsorku, vatnorku, sólorku og vindorku. Hetta er við støði í verandi elveitingarlóg. Øll framleiðsla inn á netið hjá SEV krevur framleiðsluloyvi, har tey størstu loyvini eisini krevja alment útboð. Í samsvari við lógarbroytingina í 2024 hevur SEV gjørt bygnaðarligan skilnað millum SEV net og skipanarberandi tænastur øðrumegin og vindframleiðslufelagið hinumegin. Hetta fyri at skilja monopolpartin frá kappingarútsettum virksemi, soleiðisat elnetið og skipanarberandi eindirnar bygnaðarliga og fíggjarliga verða riknar sjálvstøðugt og leyst av vindorkuframleiðsluni hjá SEV. Harvið verðurvindorkuframleiðslan hjá SEV framd í javnbjóðis kapping við privat feløg, sum bjóða seg fram, tá almenn útboð eru sambært tíðarfestu orkuútbyggingarætlanini.

Vindorkuútboðið í Klivaløkshaga er hildið, og arbeiðið hjá loyvishavaranum at fyrireika sjálva útbyggingina er í gongd. Umhvørvisstovan fyrireikar fleiri útboð sambært útbyggingarætlanini og hevur og fer eisini frameftir, saman við SEV, at umbiðja umhvørvisárinsmetingar á økjum, sum ætlandi skulu bjóðast út komandi 5 árini. Harumframt er ein nýggja lendislóggáva ávegis, sum skal gera tað smidligari hjá kommunum at slóða fyri orkuútbyggingum í teirra øki og sambært teirra byggisamtyktum ella lendisskipanum.

Samanumtikið kann sigast, at Føroyar hava eina serliga avbjóðing av tí, at vit hava eina lutfalsliga lítla og avbyrgda elskipan. Hetta setur størri krøv til trygd, dygd og javnvág í elveitingini og ikki minst til tiltøkumátt enn í londum, sum kunnu innflyta el úr grannalondum. Hetta eigur tó ikki at vera ein forðing fyri at vit seta okkum høg mál ella fyri, at øll gerast partur av orkuskiftinum. Kósin er eitt felags elnet við greiðari kervisábyrgd, samstundis sum karmarnir verða mentir, so vit fáa alsamt fleiri elframleiðarar úr varandi orkukeldum, har tað eisini er møguligt hjá vinnuni at gera stórar íløgur í varandi orkuframleiðslu. Hetta kann økja ferðina á grøna orkuskiftinum, minka tørvin á innfluttari olju og á tann hátt styrkja orkutrygdina segði landsstýriskvinnan í orkumálum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder