Uttanlands

Rosebank spøkir: Bretskir ráðharrar hótta við at fara frá

-um forsætisráðharrin góðkennir framleiðslu á oljukeldu eystan fyri Føroyar.

2026-11-28 17:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Hvør skuldi trúð tí, at ein oljukelda 12 kilometrar frá føroyska markinum, kann seta kíla í bretska Labour flokkin og harvið eisini hótta bretsku stjórnina. Skulu vit ganga eftir bretsku miðlunum í hesum døgum, so er  rok og stríð í stjórnarflokkinum í bretska parlamentinum. 100 tinglimir, teirra millum eisini framstandandi politikarar í flokkinum, hava skrivað Andy Burnham, forsætisráðharra  bræv, har teir koma við hóttanum, um forsætisráðharrin ger álvara av at geva oljukelduni Rosebank við føroyska markið grønt ljós. M.a. hótta einstakir ráðharrar at taka seg úr stjórnini. 

Málið er vorið til eitt veruligt stríðsmál í Labour. Grøni vongurin í flokkinum stendur upp ímóti tí sera máttmikla fríggjarmálaráðharranum, sum í sínum fíggjarlógaruppskoti hevur tikið við í inntøkupartin skattapengar frá eitt nú Rosebank, sum skal fara undir framleiðslu tíðliga í 2027. Roknað verður við, at hann fer at hava eitt avgerandi orð at siga, nú avgerð skal takast um Rosebank. 

Róð verður eisini framundir, at sjálvur forsætisráðharrin er fyri at góðkenna Rosebank, ikki minst eftir ávaringar úr Norra. Equinor og harvið eisini norska stjórnin, sum eigur 67% av oljufelagnum, hava gjørt vart við, at tað er brot á allar reglar, um loyvið ikki verður givið men tikið aftur við afturvirkandi megi. Hóast tað ikki verður sagt alment, so prutlar undir lokinum. Tvs. at Norra hevur møguleika at sáa iva um útflutningin av gassi til Bretlands, sum í dag er 30% av gassnýtsluni  í Bretlandi.

[object Object]

Hóast brævið frá 100 tingfólkum ikki er alment enn, so veit bretska blaðið The Guardian at siga frá, at einstakir ráðharrar nú eisini hótta við at taka seg aftur, verður loyvi givið.  

Í brævinum, skilst, verður ført fram, at ein góðkenning av verkætlanini fer at skaða trúvirðið hjá Labour-flokkinum í veðurlagspolitikkinum. Eisini verður spurnartekin sett við búskaparliga ágóðan ogmøguleikarnar at skapa arbeiðspláss, sum oljufeltið verður hildið at kunna geva.

Innlit í brævið vísir, at  ein góðkenning av Rosebank kann koma hartil, at eingin vegur er aftur, tá ið tað snýr seg um trúvirðið hjá flokkinum í veðurlagsmálum. Hetta kann eisini fáa veljarar at venda flokkinum bakið – veljarar, sum hava sett sítt álit á  boðskapin hjá flokkinum um vón og jaliga menning. 

[object Object]

Nýggjar olju- og gassleiðir eru ikki sambæriligar við málið í Parísavtaluni um at avmarka upphitinginatil 1,5 stig á Celsiusskalanum, verður sagt í brævinum, sum heldur fram: 

-Uppáhaldið um, at nýggj boring kann geva landskassanum eina haldgóða inntøkukeldu, er veikt. Norðsjógvurin verður lýstur sum eitt „tømt olju- og gassøki“. Síðani verður víst til metingar frá Office for Budget Responsibility (OBR), sum vísa, at skattainntøkurnar frá olju og gassi fara at halda fram at minka og verða nærum null í 2030.

Harumframt verður sagt, at Adura, sum  er felagið, ið eigur kelduna,  hevur lagt meginpartin av verkfrøðiliga arbeiðinum og byggiarbeiðinum í sambandi við Rosebank uttan fyri Bretland.

Rosebank fer heldur ikki at broyta gongdina við arbeiðsplássunum. Stjórnin "má heldur økja stuðulin til arbeiðsfólk við førleikamenning og hjálp til at fáa arbeiði í øðrum líknandi vinnugreinum, sum hava eina burðardygga framtíð í landinum".

[object Object]Fíggjarmálaráðharrin hevur eitt avgerandi orð at siga, nú hann hevur sett skattainntøkur frá Rosebank í fíggjarlógaruppskotið. 

Í niðurstøðuni verður heitt á forsætisráðharran: 

"Vit heita á teg um at vísa, at Labour stendur á liðnum hjá teimum fólkunum, sum merkja avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum – og ikki hjá teimum, sum eru við til at elva til tær.“

Miðlar vísa eisini á, at talan er um kappingina við Grøna flokkin um framtíðar atkvøður. Í fleiri økjum er lítll munur millum Grøna flokkin og Labour og fleiri av valdu Labour tingfólkunum bera ótta fyri teirra tingsessum, um oljukeldan fær viðurkenning. So her er tað ein torfør avgerð hjá formanninum í flokkinum um, hvørja avgerð hann skal velja. 

Í hesi vikuni vísti ráðharri í uttanríkismálum í Bretlandi á tíðindafundi í Tinganesi á, at avgerðin liggur í hondunum á orkumálaráðharranum. Talan er um eina “quasi-juridiska” avgerð, sum merkir, at tað er eitt mál av  hálvvegis rættarligum ella dómslíknandi slag.

Í sambandi við Rosebank-oljukelduna merkir hetta, at bretska stjórnin metir avgerðina um at góðkenna ella nokta útbyggingina sum eina avgerð, ið skal takast eftir  lógarbundnum og óheftum málsviðgerðargongdum – og ikki sum eina vanliga politiska avgerð. Og nú Adura, felagið, sum eigur kelduna, sendi inn nýggja umhvørvisumsókn eftir rættarkrav, so má væl hugsast, at henda livir upp til nýggju krøvini, og harvið - ber til at gita - at myndugleikarnir taka hana til eftirtektar og lata endaliga loyvið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder