2022-11-03 23:00
Tá fara m.a. Bogi Beck Jensen frá Ørsted at tosa um framleiðslu av grønum brennievni, Terji Nielsen frá SEV fer at tosa um føroyska orkuframleiðslu eftir 2030, og Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni fer at umrøða spurningin, um vit skulu framleiða hydrogen í Føroyum.
Restina av degnum verða nógvir spennandi fyrilestrar, sum vísa á gongdar leiðir innan grøna orkuskiftið. Tað er Tórshavnar kommuna, sum skipar fyri orkuráðstevnuni.
Sí annars skránna her fyri allan dagin:
09:00 Framleiðsla av grønum brennievni | Bogi Bech Jensen, professari og stjóri fyri talgilding og tøkni í orkufyritøkuni Ørsted
10:30 Kaffisteðgur
10:45 Grundvatn sum orkukelda - heita vatnið í Kollafirði | Rannvá M. Arge, jarðfrøðingur, Tórshavnar kommuna og Óluva Ellingsgaard, jarðfrøðingur, Jarðfeingi
12:30 Døgurði
13:00 Oljuupphiting fæst burtur við byggikunngerð | Ragnar K. Mouritsen, sivilverkfrøðingur, RAM Sp/f
14:35 Liðugt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald