Innanlands

Føroyska vindorkuframtíðin á tingborð í morgin

Fyrispurningur frá tingmanni til landsstýriskvinnuna í umhvørvis- og orkumálum um føroysku vindorkuframtíðina verður umrøddur á tingfundi í morgin.

2023-05-09 15:29 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er tingmaðurin Helgi Abrahamsen, sum setir Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu fyrispurningar um vindorkumenningina í Føroyum næstu árini.  

Spurningarnir eru:

  1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi útboði av loyvum til elframleiðslu úr vindorku tey komandi árini?
  2. Nær kann roknast við at næstu útboðini av hesum loyvum verða lýst?
  3. Hvussu nógv feløg hava, síðani seinasta útboðið, víst áhuga fyri at seta vindmyllur upp í Føroyum?
  4. Nær kann roknast við, at myllurnar koma upp hjá teimum, sum hava vunnið eitt útboð, men framvegis ikki hava fingið myllurnar upp?
  5. Kann roknast við, at fleiri myllur fara at steðga tey næstu árini, orsaka av, at tær eru í ringum standi?

Í lesarabrævi í miðlunum í gjár skrivar tingmaðurin undir yvirskriftini “Ein vindmylnulund um árið tey næstu 7 árini” m.a.:

-Tað eru bara 7 ár til 2030, og tá skal eftir ætlan øll elframleiðsla á landi koma frá grønum orkukeldum. Tað merkir, at tað helst skal koma ein vindmyllulund upp um árið tey næstu 7 árini.

Tá vindmyllurnar í Suðuroy vórðu settar upp fyri tveimum árum síðani, vóru 7 ár gingin síðani seinasta vindmyllan var komin upp í Føroyum. So her skal nógv meira ferð setast á, um vit skulu røkka málsetninginum.

Tíbetur eydnaðist í farna valskeiði at fáa meira ferð á grøna orkuskiftið, hóast nógv mótmæli vóru – ikki minst frá táverandi stóru andstøðuflokkunum. Men hvussu verður við grøna skiftinum tey komandi árini? spyr Helgi Abrahamsen.

Sambært skránni hjá løgtinginum verður fyrispurningurin svaraður á tingfundinum mikudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder