Juli mánaður hevur verið framúrskarandi, tá ið hugsað verður um orkuframleiðslu úr varandi orkukeldum. Framleiðslan úr vatni og vindi hevur nevnliga verið tríggjar ferðir størri enn vanligt fyri juli mánað, skrivar SEV á heimasíðuna.
– Hjá SEV eru vit, eins og flest onnur, fegin um eitt gott summar við stillum veðri og nógvari sól, men sovorðið veður hevur við sær, at SEV má nýta sera nógva olju til at framleiða orku. Soleiðis var í juli í fjør, tá ið 90% av orkuni stavaði frá Sundsverkinum og Vágsverkinum, sum eru oljurikin orkuverk.
– Sundsverkið nýtti í juli í fjør 5,700 tons av tungolju, sum er 183 tons um dagin í miðal.
– Juli mánaður í ár hevur verið øðrvísi, tí vit hava ikki havt nakað serligt summarveður. Hetta hevur havt við sær, at í mun til varandi orku, hevur farni mánaðurin sett met.
Sambært SEV var samlaða framleiðslan út vatni og vindi í juli í ár 15,5 GWt, ið er uml. tríggjar ferðir meira varandi orka enn miðalframleiðslan úr vindi og vatni seinastu átta árini.
Framleiðslan úr vatni setti stórt met við níggju GWt, og seinastu 20 árini hevur miðalframleiðslan úr vatni verið góðar tríggjar GWt.
Í juli í fjør var framleiðslan úr vatni einans 0,8 GWt, og er sostatt runnið 11 ferðir meira vatn ígjøgnum turbinurnar í juli í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Framleiðslan úr vindi setti eisini met fyri juli, tí samlaða framleiðslan var 6,5 GWt.
Miðalframleiðslan úr vindi fyri juli hevur liðið á 2,4 GWt seinastu átta árini, og verður sæð burtur frá úrtøkuni í Porkeri og Gellingarkletti á íalt tveir GWt, varð úrtøkan frá “gomlu” vindmyllulundunum 4,5 GWt í juli, sum er met fyri hesar vindmyllulundirnar.
Sambært SEV var besta árið frammanundan 2018 við 4,2 GWt.
Samlaða framleiðslan fyrstu sjey mánaðirnar av hesum árinum var 244,4 GWt, sum er tað mesta nakrantíð pr. 31. juli, og svarar til ein vøkstur á 3,4% í mun til undanfarna ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald