Innanlands

Framløga av Ph.d. verkætlan um streymveiting í Føroyum

SEV og Føroya Verkfrøðingafelag bjóða fríggjadagin til framløgu í Kongshøll við støði í Ph.d. ritgerðini hjá Helmu Mariu Tróndheim, sum hon vardi 24. juni – Eisini fer Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, at greiða frá tekniskum verkætlanum, sum SEV er partur av

24. juni vardi 27 a´ra gamla Helma Maria Tróndheim sína Ph.d

24. juni vardi 27 a´ra gamla Helma Maria Tróndheim sína Ph.d

2022-06-30 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Løkshøll 24. juni vardi Helma Maria Tróndheim sína Ph.d innan orkutøknifrøði við heitinum "Trygdarveiting fyri eini álítandi elveiting og einum støðugum elneti í eini 100% burðardyggari elskipan í Føroyum".

Í hesum sambandi bjóða SEV og Føroya Verkfrøðingafelag til eina framløgu við støði í Ph.d. ritgerðini.

Tað verður í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya í morgin, fríggjadagin 1. juli klokkan 15.

Umframt framløgan hjá Helmu Mariu Tróndheim, fer Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, at greiða frá teimum teknisku verkætlanum, sum SEV hevur verið og í løtuni er partur av.

Framløgurnar eru almennar og verða á Føroyskum, skriva SEV og Verkfrøðingafelagið í tíðindaskrivi.

Um Ph.d verkætlanina hjá Helmu Mariu Tróndheim
Helma Maria hevur granskað í, hvussu vit kunnu tryggja eina álítandi og støðuga elveiting, tá 100% av orkukeldunum eru burðardyggar og í ávísan mun óstøðugar.

Grøna kósin fram ímóti eini 100% burðardyggari elorkuframleiðslu á landi í 2030 hevur við sær ta avbjóðing, at tá ið ein stórur partur av elorkuni kemur frá varandi orkukeldum, er tað ein avbjóðing at tryggja, at tað altíð er nóg mikið til av orku, tí hesar eru tongdar at veðrinum og goymslumøguleikum.

Úrslitini frá hesi granskingarverkætlanini hava stóran týdning fyri orkuskiftið á føroyska elnetinum. Mannagongdirnar og royndirnar kunnu eisini brúkast at kanna onnur elnet, serliga líknandi elnet.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder