Eisini varð komið inn á, hvussu grundvatn ferðast í undirgrundini og teir dálkingarvandar, ið kunnu standast av at seta hol á grundvatnsgoymslur.
At enda varð víst á teir møguleikar, sum í dag finnast við at brúka jarðhitamodellering fyri at finna bestu loysnina á einum ávísum stað, umframt at víst varð á teir møguleikar, ið liggja í at gera neyvar mátingar í undirgrundini við tólum, ið Jarðfeingi eigur. Alt fyri at betra um vitanina áðrenn arbeiðið byrjar.
Dagin eftir varð skipað fyri felttúri, har farið var út at hyggja at ymiskleikum í føroysku jarðfrøðini. Millum annað varð vitjað í vatnsavningarbrunninum í Norðoyatunlinum og á Glyvrum, har ein verkætlan hjá Jarðfeingi og Runavíkar kommunu í desember 2022 rakti við nærum 24 ˚C heitt vatn.
Kelda: jf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald