Uttanlands

G20 londini samd við Opec um at skerja framleiðslu

G20 londini samdust á videofundi í gjár at taka undir við avtaluni hjá Opec og Russlandi um at avmarka oljuframleiðsluna munandi.

2020-04-11 13:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var hósdagin, at Opec og Russland samdust um eina skerjing í oljuframleiðsluni uppá 10 mió. tunnur um dagin, men treytin var, at øll londini vildu geva sítt íkast og her eisini G20 londini. Stígur kom tó í samráðingarnar, tá Meksiko ikki vildi vera partur av avtaluni og skerja sína framleiðslu.

Síðani er tað hent, at amerikanski forsetin hevur lagt seg út í málið og gjørt eina avtalu við Meksiko at bera ein part av niðurskurðinum, sum Meksiko annars skuldi staðið fyri. Nú váttar meksikanski forsetin eisini, at landið er vorðið samt við Saudi Arabia og Russland og hini londini um eina endaliga avtalu.

Hóast talan er um eina ta størstu skerjing av framleiðsluni nakrantíð í søguni hjá Opec, er greitt, at tær 10 mió. tunnurnar eru alt ov lítið til at fáa javnvág í á marknaðinum millum framleiðslu og eftirspurning, nú koronavirussóttin hevur havt við sær eina minking í eftirspurninginum millum 20 og 35 mió. tunnur um dagin. Hetta fyrst og fremst orsakað av, at nýtslan av olju er farin í botn síðani stórur partur av heimsins íbúgvum halda seg heima við hús við víttrøkkandi avleiðingum fyri flogferðsluna og flutning sum heild eins og fyri alt annað virksemi, ið er tengt at oljuni og sum er steðgað upp.

Fundurin millum G20 londini í gjár vardi í nærum seks tímar og endaði seinastu nátt við eini almennari fráboðan. Har siga G20 londini seg taka undir við tiltøkum, sum skulu gerast fyri at bjarga einum oljumarknað í kreppu í kjalarvørrinum á koronavirussinum og prískrígnum.

Londini plikta seg til at gera tað, sum er neyðugt bæði individuelt og kollektivt fyri at tryggja ein stabilan oljumarknað.

”Vit hava fulla virðing fyri týdninginum av einum altjóða samarbeiði, sum skal tryggja mótstøðuføri til orkuskipaninar,” siga londini í fráboðani, sum tó ikki inniheldur tøl fyri, hvussu nógv G20 londini vilja skerja framleiðsluna við. Saudi Arabia og Russland vilja hava G20 londini at skerja sína framleiðslu við 5 mió. tunnum aftrat teimum 10 mió. tunnum, sum Opec og Rusland hava avtalað.

Eisini norski oljuráðharrin Tine Bru varð við á G20 fundinum. Hon hevur sagt, at Norra fer at ganga við til at lækka sína framleiðslu, um so er at øll hini londini eisini fara at gera tað.

Keldur: World Oil, e24, Bloomberg, BBC, Reuters

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder