Argentina, sum tvíheldur um sín rætt til Falklandsoyggjarnar, er farið í rættin fyri at steðga bretskari oljuleiting og framleiðslu í suðuratlantshavi. Bretska stjórnin harafturímóti krevur sín fulla rætt til at fara undir oljuleiting í oyggjabólkinum.
![]()
![]()
Hetta hendir um somu tíð, sum sama bretska stjórnin hevur lagt uppskot fyri parlamentið í London um at banna framtíðar oljuleiting og framleiðslu í Norðsjónum. Tað hevur fingið forkvinnuna í konservativa flokkinum í Bretlandi, Kemi Badenock til at langa út eftir Andy Burnham, forsætisráðharra og hansara stjórn.
"Í dag verjir stjórnin í rættinum okkara rætt til at bora eftir olju og gassi við Falklandsoyggjarnar. Samstundis leggur sama stjórnin fram lóggávu, sum skal banna boringum út fyri Skotland. Hetta er láturligt," sigur hon sambært Scottish Daily Mail.
Eygleiðarar siga, at tað er ein greið politisk mótsøgn í støðuni hjá Bretlandi til framtíðar oljuvirksemi. Bretland leggur stóran dent á veðurlag og grøna orkuskiftið í Norðsjónum, men leggur størri dent á sjálvsavgerðarrætt, búskap og geopolitisk áhugamál, tá ið talan er um Falklandsoyggjarnar.
Tað vísir, at orkupolitikkur ikki bara snýr seg um umhvørvi og veðurlag. Hann snýr seg eisini um vald, pengar, tjóðartrygd og altjóða politikk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald