Tveir stórir tangabilar komu við Norrønu í vikuni til nýggja orkufelagið Krafta.
![]()
![]()
Nú verða seinastu stigini í bygging av nýggjari tangagoymslu til gassolju á Hulki á Strondum tikin. Komandi vikurnar verður tað serliga uppseting av tekniskari útgerð og inn- og royndarkoyringar av skipanum.
![]()
Ætlandi er goymslan klár til rakstur eftir hálvan juni, og so skulu endalig sýn gerast og góðkenningar latast frá myndugleikunum sigur Kári Sigvardsen, rakstrarstjóri hjá Krafta Energy.
Gassoljugoymslan á Hulki fevnir um 2 tangar á 2500 m3 hvør, lessirampa til tangabilar og bunkersstøð til skip á bryggjuni. Krafta kann soleiðis bæði veita við tangavognum kring landið og eisini beinleiðis við bryggjuna á Strondum.
![]()
Fyritøkan fer at hava nýggjar stórar tangavognar, sum kunnu taka 44.000 litrar við hvørja ferð, og eru teir serliga bygdir til skipabunkringar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald