Innanlands

Grøna elframleiðslan øktist smá 15 prosent fyrra hálvár 2022

Elframleiðslan úr varandi orkukeldum hevur hilnast væl higartil í 2022 skrivar SEV á heimasíðuni

2022-07-08 18:31 Author image
Jan Müller
placeholder

 Tilsamans slakir 93 GWt í mun til góðar 81 GWt fyrra hálvár í fjør. Býtið millum varandi orku og termiska orku í samlaðu framleiðsluni var 44,4% varandi orka og 55,6% termisk orka. Í 2021 var býtið 40/60 fyrsta hálvár skrivar SEV á heimasíðuni. 

Tørvurin á elorku í samfelagnum økist framvegis, og 1. hálvár í ár kom samlaða elframleiðslan upp á 209,5 GWt, ein vøkstur á 3,5% í mun til 2021. Til samanbering kann sigast, at framleiðslan alt árið 2000 var 206 GWt.

Tað er serliga framleiðslan úr vatni, sum hevur hilnast væl í ár, við 61,2 GWt í mun til 49,5GWt í 2021. Einans í 2014 og 2015 við óvanliga nógvum avfalli, hevur verið framleitt meira við vatni. Allir mánaðir í 1. hálvárið hava hilnast væl við vatni, og serliga januar og mars vóru framúr góðir, men eisini í juni var nógv avfall fyri árstíðina, og framleiðslan úr vatni var 40% meira enn miðal fyri juni.

Framleiðslan úr vindi var 1. hálvár 28,6 GWt, sum er eitt vet betri enn sama tíðarskeið í 2021, við 28,5 GWt, men tó nakað frá metárinum 2018, har framleiðslan úr vindi 1. hálvár var 31,2 GWt. Hetta hevur samband við tær avbjóðingar, sum hava verið og enn eru við Enercon E-44 myllunum.

Framleiðslan við termiskari orku var lægri 1. hálvar í ár, enn bæði í 2020 og 2021. Framleiðslan við termiskari orku var 116,6 GWt, í mun til ávíkavist 120,7 og 121,4 GWt í 2020 og 2021. Harvið brúkti SEV góð 1000 tons færri av tungolju 1. hálvár í ár í mun til í 2021.

Sólorkuverkið í Sumba framleiddi 0,1 GWt 1. hálvár, sum er 7,7% minni enn í 2021, meðan biogassverkið Førka framleiddi góðar 3 GWt, svarandi til 1,44 prosent av samlaðu framleiðsluni, stendur at lesa á heimasíðuni hjá SEV.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder