Innanlands

Grøna skiftið snýr seg ikki bara um tøkni

-Tað snýr seg eisini um fólk, stovnar, ognarskap, mótstøðuføri – og álit. Tað er hetta, sum ger hetta netverkið so virðismikið..

Klaus Skytte, stjóri í Nordic Energy Research setti seminar um orku, veðurlag, smærri oyggjasamfeløg og net zero í Norðurlandahúsinum í gjár. Mynd Jan Müller

Klaus Skytte, stjóri í Nordic Energy Research setti seminar um orku, veðurlag, smærri oyggjasamfeløg og net zero í Norðurlandahúsinum í gjár. Mynd Jan Müller

2026-09-30 08:50 Author image
Jan Müller

Segði stjórin í Nordic Energy Network, Klaus Skytte, tá 30 fólk úr smærri oyggjasamfeløgum møttust í Norðurlandahúsinum í gjár til eitt sera spennandi seminar um orkuspurningar, veðurlag og týdningin at arbeiða fram móti Net Zero.

Klaus Skytte vísti í síni setanarøðu á, at oyggjar og fjarskotin samfeløg uppliva orkuskiftið øðrvísi enn størri, samanknýtt øki.

[object Object]

-Spurningar um orkutrygd, mótstøðuføri, goymslu og varandi orku eru ikki abstraktir spurningar her. Teir eru heilt ítøkiligir. Tá ið orkuskipanin er lítil ella avbyrgd, hevur hvør íløga týdning. Hvør nýggj tøkni skal virka innan eina skipan, har lítið pláss er fyri feilum. Og tryggleikin í veitingini er grundleggjandi.

Júst tí at oyggjar møta hesum avbjóðingum so beinleiðis, kunnu tær eisini vera støð, har nýggjar loysnir taka seg fram fyrr og verða sjónligari enn aðrastaðni. Á einari oyggj kanst tú ofta síggja alla orkuskipanina – sambandið millum framleiðslu og nýtslu, millum undirstøðukervi og samfeløg og millum tøkni og almenna undirtøku. Og tú sært sera týðiliga, at grøna skiftið ikki bara snýr seg um tøkni. Tað snýr seg eisini um fólk, stovnar, ognarskap, mótstøðuføri – og álit.

Tað er hetta, sum ger hetta netverk so virðismikið segði Skytte og helt fram:

-Føroyar eru ikki Grønland. Grønland er ikki Gotland. Og Gotland er ikki Orknoyggjar, Ísland, Hetland, Yukon ella Nunavut. Og tað er júst kjarnin í málinum.  Vit eru ikki her, tí loysnirnar eru tær somu. Vit eru her, tí nógvirav spurningunum eru felags. Hvat kunnu vit læra av hvørjum øðrum? Hvat kann tillagast frá einari oyggj ella einum fjarskotnum samfelag til eitt annað? Og líka týdningarmikið: Hvat kann ikki tillagast?

[object Object]

Fyri Nordic Energy Research er okkara leiklutur at hjálpa til við at skapa hetta rúmið fyri samskifti – og at hjálpa til við at umseta hetta samskiftið til sterkari samstarv, felags vitan og nýggj átøk.

Hann vísti á, at Netverkið fer nú inn í eitt nýtt trý ára tíðarskeið, har málið eigur at vera meira enn bara at hittast eina ferð um árið og leggja fram, hvat arbeitt verður við.

-Vit vilja hava eitt netverk, har fólk ringja til hvønn annan millum fundirnar. Har ein avbjóðing í einum samfelag kann finna viðkomandi royndir í einum øðrum. Og har eitt hugskot, sum verður føtt kring eitt borð sum hetta, kann mennast til ítøkiligt samstarv.

[object Object]

Klaus Skytte vísti síðani á, at hesir komandi tveir dagarnir fara vit at hoyra sjónarmið úr Føroyum, Grønlandi, Nunavut, Skotlandi, Írlandi, Hetlandi, Gotlandi og Íslandi. Vit fara frá smáum og avbyrgdum orkuskipanum, mótstøðuføri og tryggleika í veitingini til størri verkætlanir, almenna undirtøku og eina rættvísa umlegging.

Eisini segði hann, at  høvi verður at  síggja nakað av føroyska orkuskiftinum í verki við vitjanum á eitt nú elverkinum hjá SEV Norðuri við Strond eins á  biogas verkinum nærhendis Havnini.

-Í síðsta enda er styrkin í hesum netverki ikki, at tað kann vísa okkum eina einstaka leið til net zero. Styrkin er, at tað savnar fólk og samfeløg, sum standa framman fyri líknandi avbjóðingum – so at vit kunnu hjálpa hvørjum øðrum at finna betri loysnir.

[object Object]

Orkusamstarv undir Norðurlanda Ráðhararráðnum

Islands Network byrjaði upprunaliga sum eitt verkætlanarátak undir danska formansskapinum fyri norðurlendska orkusamstarvið í Norðurlanda Ráðharraráðnum.

Frá 2020 til 2022 arbeiddu NORA og Nordic Energy Research saman um at stovna og menna netverkið gjøgnum verkætlanina „From Vision to Reality – Future Energy Solutions for Isolated Areas“.

Og tann allarfyrsta fysiska samkoman hjá Islands Network var í Føroyum í september 2021.

Eftir 2022 tók Nordic Energy Research yvir alla ábyrgdina av netverkinum. Og síðani tá hevur verið hildið fram við at menna tað saman v limunum í hesum netverki. Frá at hava verið eitt norðurlendskt tiltak frá byrjan hevur tað flutt seg til eisini at fevna um smærri oyggjasamfeløg í eitt nú Skotlandi og Kanada eisini. Netverksfundir hava verið í Føroyum, Grønlandi, Hetlandi, Álandi og Íslandi og nú aftur í Føroyum, har tað heila byrjaði.

Klaus Skytte takkaði at enda í setanarrøðuni  Kára Mortensen og Meinhardi Eliasen frá Umhvørvisstovuni fyri at vera viðvertar fyri hesum seminari og fyri sera gott samstarv í fyrireikingunum av hesum báðum døgunum. Seminarið heldur fram í dag.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald