Tað er kríggið í Miðeystri, sum ávirkar oljuprísirnar. Prísurin var 62 dollarar í byrjanini av juni mánað, men tá Israel fyri umleið sjey døgum síðani sendi dronur og flogfør móti Iran hækkaði oljuprísurin til 78 dollarar. Síðani lækkaði hann aftur til 74 dollarar eftir, at Donald Trump forseti legði upp til samráðingar um frið.
Greinarar siga, at vit kunnu rokna við, at prísurin fer at liggja ovarliga í 70-unum soleingi kríggið millum Ísrael og Iran heldur fram. Stóra ivamálið snýr seg um støðuna í Hormuz sundinum. Um Ísrael heldur frma við at bumba oljustøðir í Iran kann ein avleiðingin verða, at Iran rætt og slætt stongir Hormuz sundið. Tá bera greinarar ótta fyri, at oljuprísurin fer til himmals.
Nú Trump hevur sagt frá, at tað ganga tvær vikur, áðrenn USA fer at gera av, um tað skal fara inn í kríggið saman við Ísrael, fer tað at hava við sær, at verandi oljuprísur fer at verða varðveittur. Prísurin er í løtuni góðar 77 dollarar.
Keldur: E24, Reuters
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald