Uttanlands

Hægsti oljuprísur síðani mars

Oljuprísurin var nærum 117 dollarar fyri tunnuna fyrr í dag

2022-05-26 23:25 Author image
Jan Müller
placeholder

Oljuprísurin hevur leingi ligið omanfyri 100 dollarar. Fyrr í dag kom hann uppá  nærum 117 dollarar fyri tunnuna, og tað er tað hægsta síðani mars í ár. Ein av orsøkunum til høga oljuprísin nú,  eru tíðindini um, at amerikonsku oljugoymslurnar eru lækkaðar við 1,5 mió. tunnum um vikuna. Samtíðis er útboðið á marknaðinum lækkað. Týski kanslarin hevur eisini kunngjørt, at landið fer at heilt at gevast við at innflyta olju úr Russlandi í hesum árinum eins og gassinnflutningurin eisini fer at lækka. Kortini er enn ikki semja millum øll ES londini um, hvussu skal farast fram í sambandi við keypa av olju, gassi og koli úr Russlandi. 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder