Í 2019 vann Magn útboð um vindorku í Flatnahaga omanfyri Havnina. Tilgongdin hevur verið serstakliga drúgv viðvíkjandi loyvum og kæruviðgerðum, men í dag bleiv spakin loksins settur í, og harvið varð arbeiðið sett í gongd at gera nýggja vindmyllulund í Flatnahaganum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti hakan í á middegi til arbeiðið, sum skal verða liðugt næsta heyst.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Talan er um uppseting av seks Enercon vindmyllum á 3MW, tilsamans 18MW. Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at talan onki minni enn ein stórhending:
"Meðan heimsins leiðarar sita niðri í Glasgow og tosa um grøna orku, so gera vit nakað við tað í praksis. Og hetta er ikki smávegis, um vit hyggja at hvussu roknistykkið lutfalsliga sær út:
- Hesar seks Enercon vindmyllurnar, sum skjótt verða reistar her á staðnum, fara at framleiða tað sum svarar til 16% av dagsins framleiðslu hjá SEV. Tað svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum. Hetta er sostatt eitt stórt grønt stig tann rætta vegin, segði borgarstjórin, sum eisini tosaði um strevið við loyum og góða samstarvið.
J&K Petersen fer nú undir at gera fundamentini, komandi summar koma vindmyllurnar upp at standa og í heyst byrjar sjálv framleiðslan. Um gongst eftir vild, so framleiða Magn og LÍV í felag grøna orku inn á elnetið í september 2022. Tórshavnar kommuna er byggimyndugleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald