
Á eykaaðalfundi hjá Sev í dag varð nýggj nevnd vald. Nevndin hevur sjey limir sum umboða hvør sítt øki í Føroyum.
Nýggja nevndin hevur skipað seg við Haraldi S. Hammer sum formanni og Sylviu Thomsen sum næstforkvinnu. Haraldur S. Hammer var næstformaður í seinastu nevnd og er einasti nevndarlimur, sum heldur fram í nýggju nevndini.
Í nevndina komu:
Heðin Mortensen, Suðurstreymoy, Annita á Fríðriksmørk, varalimur
Torbjørn Jacobsen, Eysturoy, Suni í Hjøllum varalimur
Sylvia Thomsen, Norðoyggjar, Anfinn í Toft, varalimur
Winnie Kjærbo, Sandoy, Rúni Winther varalimur
Arni Teindal, Suðuroy, Marin Gaardlykke varalimur
Haraldur S. Hammer, Norðurstreymoy, Lena Dam varalimur
Hans Kári Hansen, Vágar, Jóanis Albert Nielsen varalimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald