Vindmyllur til havs gerast alt meira sjónligar í okkara parti av heiminum. Stóri mátturin, sum fæst serstakliga frá havvindmyllum eins og mótstøðan móti vindmyllum á landi, hava fingið íleggjarnar í nógvum londum til at raðfesta havvindmylnulundir.
Henda gongdin letur brádliga eisini upp fyri stórum nýggjum møguleikum hjá havnum, sum nú kunnu gera sær dælt av eini heilt nýggjari vinnu. Men tað setir eisini krøv til havnir, tí havvindmylnuídnaðurin krevur bæði nógv pláss, sterkar keiir og aðrar umstøður, nú oftani risastóru vindmyllurnar verða settar saman á landi, áðrenn tær verða fluttar til havs. Tvs. at havvindmyllurnar seta heilt nýggj krøv til vanligar havnir.
Ein av mongu havnunum, sum er komin í miðdepilin í sambandi við eina stóra havvindmylnuútbygging er havnin í Køge, ið júst hevur gjørt sáttmála við ein av heimsins størstu vindmylnuframleiðarum, Siemens Gamesa. Havnin í Køge skal brúkast til útbygging av Aflandshage havvindmylnulundini í Køge Bugt á Sælandi.
Frá 2026 skulu 300.000 húsarhald taka ímóti grønum streymi frá Aflandshage havvindmylnulundini.
Myllurnar verða lagdar á goymslu í havnini í Køge og síðani settar saman og seinni fluttar til havs.
Avtalan merkir, at eitt størri øki í havnini verður sett av til vindmylnuverkætlanina. Avtalan hevur eisini við sær styrkjan og útbygging av kaini og økinum á landi.
-Við hesi avtaluni fáa vit skapt eitt heilt nýtt grundarlag fyri menning í grøna skiftinum. Tað merkir, at her verða skapt nýggj arbeiðspláss eins og Køge verður ment til at kunna seta við serfrøðingar, tá talan er um at montera vindmyllur á landi, sigur Marie Stærke frá Køge Havn í sambandi við avtaluna.
Avtalan fer eisini at geva arbeiði til frálandsreiðaríið Cadeler, sum skal taka sær av flutninginum av vindmylnupørtunum. Avtalan setir fleiri ringar í sjógvin og er við til at geva arbeiði til fyritøkur í umhvørvinum. At Køge er valt til arbeiðið kemst av, at havnin liggur tætt við staðið í Oyrasundi, har vindmyllurnar skulu setast upp.
Køge er ikki tann einasta havnin í Danmark, sum leggur seg eftir at byggja út og skapa umstøður fyri framtíðar havvindmylnuvirksemi. Eisini í øðrum økjum í Danmark síggja havnir eitt nú í Jútlandi møguleikar at gerast partur av havvindmylnuævintýrinum, sum tykist at “vinda uppá seg” sum part av grøna orkuskiftinum.
Vit síggja eisini hesa gongdina í Svøríki, Norra og í Bretlandi, har havvindmylnulundir standa ovast á breddanum, tá talan er um at menna varandi orkukeldur.
Í næsta grannalagnum, í Hetlandi, hava tey eisini gjørt seg út til nýggja vinnuævintýrið og er útbygging av havnini í Lerwick á tekniborðinum til m.a. at kunna hýsa vindmyllum. Fyri ikki at tosa um stóru havnaútbyggingina í Aberdeen.
Henda gongdin hevur enn ikki rokkið til Føroya, nú vindmylnuvirksemið framvegis er rættiliga nýtt og bara á landi – enn.
Gunther Newcombe á vitjan á Atlantic Supply Base í Runavík, har stjóri í ASB, havnameistari og umboð fyri FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólk eru tilsteðar. Mynd Jan Müller
Í fjør vitjaði bretski orkuserfrøðingurin Gunther Newcombe í Føroyum fyri at greiða frá grøna orkuskiftinum í Hetlandi. Tað var eftir innbjóðan frá FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki. Í hesum sambandi vitjaði hann eisini hjá Atlantic Supply Base í Runavík, har hann varð kunnaður um serstøku støðuna hjá havnini, sum kom at hýsa øllum 9 leitiboringunum á føroyska landgrunninum.
Nú er óvist, hvussu verður við framtíðar leiting við Føroyar, men ein nýggj leiting og møguleikin fyri at vera partur av útbyggingini av olju- og gassleiðum tætt við markið kunnu aftur koma at økja um virksemið í Runavíkar havn, sum jú hevur drúgvar royndir av hesum virksemi.
Men hvussu við møguleikanum fyri eisini at kunna veita tænastur til skjóttvaksandi havvindmylnuvinnuna var ein av spurningunum, sum vórðu settir bretska orkuserfrøðinginum, tá hann vitjaði í fjør.
Hann helt fyri, at eisini føroyingar eiga at fyrireika seg til eina grøna framtíð við havvindmyllum, nú umstøðurnar her eru so góðar til at framleiða vindorku til havs. Og í hesum sambandi legði hann stóran dent á nettupp spurningin um at leggja til rættis góðar havnaumstøður sum eitt týðandi grundarlag fyri menning av havvindorkuni.
Eins og í Køge og flest øllum øðrum havnum í grannalondunum, sum vilja gera havvindmyllur til part av teirra framtíðar virksemi, helt hann, at føroyska samfelagið eigur longu nú at fyrireika seg til nýggju vindorkuframtíðina eitt nú við at menna og útbyggja havnir til komandi virksemið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald