-Veðurlagskreppan og avbjóðingar í okkara tíð krevja felags støðutakan og atgerðir. Og tað hevur ongantíð verið so neyðugt sum júst nú. Hetta sigur forsetin í Brasil, Lula da Silva eftir fund, har 8 lond, sum hava mark til risastóru Amazonas regnskógina, samtyktu at bjarga hesi heimsins størstu regnskóg, áðrenn tað er ov seint.
Fundurin varð hildin í brasilianska býnum Besém. Luttakandi londini hava verið Bolivia, Brasil, Colombia, Equador, Guyana, Peru, Surinam og Venzuela. Amazonas skógin hevur leingi verið hótt av m.a. kriminellum, sum hava høgt niður trø í stórum økjum til tess at geva pláss til neyt og avgrøði so sum soya og pálmaolju.
Londini hava avgjørt at arbeiða saman um at hava eina felags støðu til Amazonas á komandi veðurlagsráðstevnum. Tvs. at steðga royndunum hjá bóndum og ídnaðinum at rudda meiri av skóg.
Higartil hevur tað eydnast hesum at rudda umleið 20% av skógini í Amazonas, nakað, sum hevur fingið álvarsligar avleiðingar fyri jørðina. Amazonas skógin megnar at binda stórar nøgdir av CO2 og harvið tryggja, at hesar ikki fara út í luftina. Eisini tryggja tær náttúrligt vatnútskifti og harvið forða fyri turki.
Samanumtikið hevur Amazonas skógin alstóran týdning fyri veðurlagið í heiminum og entá fyri eitt nú Golfstreymin í Atlantshavi.
Hóast semjuna so eru tey átta londini kortini ikki vorðin samd um ítøkilig mál ella árstøl og átøk fyri at steðga upphøggingini í Amazonas.
Hetta er annars fyrstu ferð í 14 ár, at tað hevur eydnast at fáa ein fund í lag millum tey átta londini, sum eru partur av Amazonas. Og hesi árini er skógin longu nógv minkað og nærum oyðiløgd sum vistfrøðilig skipan. Greinarar siga, at hendir ikki okkurt ítøkiligt skjótt, so kann væl vera, at ongin vegur er aftur til tess at bjarga hesi so einastandandi økoskipnini, tvs. at tað verður ikki møguligt at forða fyri “point of no return”.
Amazonas regnskógin, sum er heimsins størsta, hevur alstóran týdning fyri at minka um CO2 útlátið og annað útlát, og tí má alt gerast fyri at steðga skógarruddingini siga serfrøðingar á økinum. Tað er fyrst og fremst brasilianski forsetin da Silva, sum strongir á at fáa verulig tiltøk sett í verk fyri at steðga skógarruddingini, nú eftir at hansara undanmaður tvørturímóti gjørdi alt fyri at loyva bóndum og vinnufyritøkur at rudda skógina fyri at fáa pláss til neyt og soyaframleiðslu. Umleið 60% av skógini eru inni á brasilianskum øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald