Á seinasta degnum á Atlantic Fair messuni í Klaksvík verður í dag varpað ljós á orku. Tríggir fyrilestrarhaldarar fara at umrøða orku- og umhvørvisspurningar.
Kári Mortensen, orkufrøðingur á Umhvørvisstovuni, fer at tosa um, hvussu Føroyar gerast sjálvbjargnar við varandi orku. -Føroyar hava leingi havt sum mál í 2030 at gerast sjálvbjargin við grønari orku á landi. Tað fer at bera til, um enn nøkur fá ár seinni enn 2030. Men tað ber eisini til at gerast sjálvbjargin við orku á sjónum.
![]()
Hendan framløgan gevur boð uppá, hvussu tað kann gerast. Lyklaorð eru: Vindur, føroyska havøkið, flótandi havvindmyllur, framleiðsla av flótandi grønum brennievni, samstarv millum lond í norðuratlantshavi. Framløgan er kl. 14 á Atlantic Fair í Klaksvík.
![]()
Sanna Laksá PhD, búskapargreinari frá Sjóvinnukovanum fer at tosa um, hvussu vit kunnu minka umhvørvisávirkanina av fiskiskapi. Við støði í tveimum av verkætlanum Sjókovans, SmartFisk og MeCCAM, fer hon millum annað at greiða frá núverandi støðuni í oljunýtsluni í fiskiskapi, og vísa á vísindaligagrundaðar loysnir til tess at laga fiskiskapin til veðurlagsbroytingar og minka um ávirkanina, sum fiskivinnan hevur á umhvørvið. Hennara fyrilestur er kl. 13.
![]()
![]()
Enn ein fyrilestur verður um orku. Tað er Jacob Lundholm, Sales Manager, ABB Marine & Ports in Denmark, sum fer at umrøða orkuskipanir á landi. Fyrilesturin hevur heitið: Introduction to shore power systems. The presentation will focus on drivers and standards for LV and MV land side Shore power systems with example of practical applications system integration with BESS and renewable energy sources. Fyrilesturin verður kl. 11
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald