Koronasóttin og minkandi eftirspurningurin eftir olju saman við lágum oljuprísi hevur nú í eina tíð rakt fyrst og fremst tey stóru olju- og gassfeløgini meint. Men eisini og ikki minst veitaravinnan tvs. fyritøkurnar, sum veita tær mongu tænasturnar til oljufeløgini, merkja eisini sera væl afturgongdina. Nú um dagarnar kunngjørdi eitt av heimsins størstu veitingarfeløgum til oljuvinnuna, Schlumberger, at tað fer at siga upp 21.000 fólkum. Amerikanska fyritøkan, sum arbeiðir kring allan heimin, eitt nú innan boring, hevur 105.000 fólk í arbeiði. Tvs. at umleið ein fimtingur av allari arbeiðsmegini verður uppsagdur. Hetta kemur so ikki minst í kjalarvørrinum av, at borivirksemið kring heimin er minkað við nærum einum fjóðringi orsakað av minkandi oljueftirspurninginum.
Eisini hitt stóra veitingarfelagið til olju- og gassvinnuna, Halliburton, merkir sviðan av kreppuni og gjørdi nú um dagarnar av at leggja niður sína høvuðsskrivstovu í Aberdeen. Triðja stóra veitarafyritøkan, Baker Hughes, hevur somuleiðis stórar trupulleikar at dragast við, nú stóru arbeiðsgevararnir tvs. oljufeløgini hava torførari við at fóta sær eins og fyrr og harvið hava minkað munandi um sítt leiti- og framleiðsluvirksemi bæði á landi og til havs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald