
Um nøkur ár fara risastórar elriknar ferjur at røkja ferjusiglingina um Kattagat í Danmark. Eigararnir av Molslinjen, Nordic Ferry Infrastructure, hava júst gjørt ein milliarda-sáttmála um tvær risastórar tvíkiljur, sum skulu byggjast á Incat skipasmiðjuni í Tasmania, har fleiri av núverandi tvíkiljunum hjá Molslinjen eisini eru bygdar.
Arbeitt verður eisini við at byggja eina triðja ferju, og felagið er í sambandi við fleiri ymiskar skipasmiðjur, sum megna at byggja risastórar battaríriknar tvíkiljur. Um tað endar við trimum ferjum verður Kattegat-leiðin heimsins størsta elektrifiseraða verkætlan á sjónum nakrantíð, skrivar Molslinjen í tíðindaskrivi.
Fyrsta av teimum trimum tvíkiljunum væntast at vera í Danmark um ársskiftið 2027-2028.
- Molslinjen hevur í nógv ár virkað sum ein flótandi brúgv millum Jútland og Sæland og hevur styrkt sambandið millum eystur og vestur. Nú tryggja vit, at flótandi brúgvin gerst grønari, sigur Carsten Jensen, stjóri fyri Nordic Ferry Infrastructure, sum eigur Molslinjen og norska reiðaríið, Torghatten.
Nýggju ferjurnar vera 129 metrar langar og 30,5 metrar breiðar, og pláss verður fyri 1.483 ferðafólkum og 500 bilum. Tað er 11 prosent størri enn Express 5 hjá Bornholmslinjen, sum er heimsins størsti katamaranur, roknað upp á talið á bilum.
Við nýggju ferjunum verður kapasiteturin á Kattegat øktur við 25 prosentum.
Hvør av ferjunum hevur battarípakkar, sum við 45.000 kWh kunnu geva ferjuni eina ferð á yvir 40 knob, svarandi til yvir 74 kilometrar um tíman.
Kostnaðurin fyri tær tríggjar ferjurnar saman við tilhoyrandi infrakervi á landi kemur at kosta umleið 3,5 milliardir krónur.
Ferjurnar skulu kunna løðast í havnunum bæði í Aarhus og Sjællands Odde. Tá ein av nýggju tvíkiljunum verður sett at løða, løðir hon við 15kV AC, 55.000 kW í 30 minuttir. Tað er í miðal til 25.000 kWh av orku áðrenn næsta túr.
Hetta svarar til, at ein el-bilur við einari løðing kundi koyrt 150.000 kilometrar.
Tekning av nýggju ferjunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald