Uttanlands

Zelenskyj: Møguligt at steðga álopunum, men tað ynskir Putin ikki

Skal Ukraina gevast at leypa á russisk oljureinsiverk, skal Russland gevast at leypa á ukrainskt orkuundirstøðukervi, sigur ukrainski forsetin.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-11 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur funnist at ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj og fleiri ferðir heitt á ukraina um at steðga álopum á russisk oljureinsiverk, sum sambært honum eru orsøkin til hækkandi orkuprísir.

Ukrainski forsetin sigur, at hann er sinnaður at steðga hesum álopunum, men hann hevur eina treyt.

Ukraina fer at gevast við at leypa á russisk oljureinsiverk, um Russland gevst við at leypa á ukrainskt orkuundirstøðukervi, sigur hann.

– Veruliga orsøkin til kríggið í Evropa er Russland og bert Russland. Tað er møguligt at steðga álopum á orkuundirstøðukervi longu í dag, men tað ynskir Putin (russiski forsetin) ikki at gera, skrivar Zelenskyj á X.

– Ukraina verður til reiðar at steðga álopum á russisk oljureinsiverk, um Russland gevst at leypa á okkara orkuundirstøðukervi.

Orsakað av høgu orkuprísunum hevur Trump gjørt eina avtalu við Putin um, at Russland kann útflyta diesel til m.a. USA fyri at fáa meira diesel á bæði amerikanska og altjóða marknaðin. Zelenskyj hevur funnist at avtaluni.

Les eisini: Russland letur upp fyri dieselútflutningi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder