Framløgan, ið bar heitið "Virðismikil vitan um grund og undirgrund", vísti á tey rák í útheiminum og í Føroyum, ið eru umráðandi fyri, hvat Jarðfeingi fæst við innan síni arbeiðsøki: ráðgeving, gransking, tøkni, undirvísing og miðling.
Í framløguni varð víst á, hvussu arbeiðið á Jarðfeingi ávirkar samfelagsviðurskiftini í Føroyum, alt frá búskapi til váðastýring, infrakervi og ymiskar útbyggingar. Her arbeiðir Jarðfeingi í tøttum samstarvi við ráðini, vinnuna, kommunur, borgarar og ikki minst samstarvsfelagar í øðrum londum.
Framløgan lýsti eisini eitt úrval av verkætlanum, ið eru í gongd á Jarðfeingi í løtuni, so samanumtikið var hetta eitt gott høvi hjá landsstýrismanninum saman við umboðum frá UVMR at seta seg inn í breiða arbeiðsøkið hjá Jarðfeingi.
Kelda: jf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald