Uttanlands

IEA: Eftirspurningur eftir olju at lækka nógv meira

Altjóða orkustovnurin, IEA, skerjir eftirspurningin eftir olju í síni nýggjastu meting

2020-04-15 18:50 Author image
Jan Müller
placeholder

 

Stovnurin heldur, at  eftirspurningurin eftir olju fer at minka við 9,6 mió. tunnum  til 90 mió. tunnur um dagin í ár. Vit skulu bara aftur til februar í ár, tá metingarnar hjá IEA vórðu nógv bjartari og víst varð á eina øking í eftirspurninginum til meira enn 100 mió. tunnur um dagin.

Oljuprísurin heldur eisini fram við at lækka og var í morgun góðar 28 dollarar. IEA metir, at henda gongdin fer at standa við. Vit skulu heilt aftur til 1995 at finna ein so lágan oljuprís. Stovnurin heldur, at eftirspurningurin fer at hækka nakað aftur í seinnu helvt av 2020.

Orsøkin til niðurgongdina í eftirspurninginum stavar fryst og fremst frá tí sera avmarkaðu flogferðsluni og ídnaðarvirkseminum í kjalarvørrinum á koronasmittuni. IEA væntar eisini , at íløgurnar í altjóða oljuvinnuni fara at lækka við 32% til 335 mia. dollarar. Hetta verður tað lægsta í 13 ár.

IEA roknar við, at koronasmittan og harvið minkandi eftirspurningurin fer at fara sera illa við oljuídnaðinum kring heimin. Norska greinaraafyritøkan Rystad metti herfyri, at meira enn ein millión arbeiðspláss í oljuídnaðinum eru í vanda.

IMF: Ringasta árið fyri heimsbúskapin síðani 1930-uni

Ein annar altjóða stovnur, Altjóða peningastovnurin IMF, metir, at hetta verður ringasta árið fyri heimsbúskapin síðani kreppuna í 1930-árunum. Kortini sær stovnurin fyri sær ein vøkstur aftur í 2021, soleiðis at niðurgongdin í ár verður innheintað aftur tá.

Hetta skrivar Bloomberg News, sum hevur hugt í seinastu frágreiðingina frá IMF, “Global Economic Outlook."

Í januar varð spáddur ein vøkstur í ár heimsbúskapinum uppá 3,3%. Hesin verður nú mettur at vera 3,0% tann øvuga vegin ella ein afturgongd uppá góð 6% í mun til upprunaligu metingina. Kortini væntar IMF ein vøkstur uppá 5,8% í 2021, sum tá fer at vera størsta framgongdin, síðani hagtøl komu fram í 1980-unum.

Hóast stóru afturgongdina í ár, metir stovnurin, at henda verður ymisk í ymsum pørtum av heiminum. Ringast sær út í Evropa, har IMF spáar ein negativan vøkstur uppá 7,5%, men fara vit at síggja ein vøkstur uppá 4,7% í 2021. Tølini fyri Danmark eru ávikavist minus 6,5% í ár og + 6% næsta ár. IMF sigur, at tað kann fara at ganga enn verri men eisini betri, um heilivágur verður funnin móti korona, um ikki alt ov langa tíð.

Tá talan er um oljuprís, væntar IMF ikki, at her vendist við í bræði. Meðalprísurin á olju fer at liggja um 35,61 dollarar í 2020 og næsta ár fer hann at hækka til 37,87 dollarar fyri tunnuna. Í løtuni er hann umleið 29 dollarar.

Annars vísa metingar frá størsta almenna russiska oljufelagnum Gazprom, at oljuprísurin seinni í ár fer at koma heilt uppá 45 dollarar fyri tunnuna.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder