Hóast stór framstig eru gjørd til tess at gera ES minni heft at russiskum gassi, so kemur altjóða orkustovnurin IEA nú kortini við eini ávaring um, at Evropa fer at mangla gass næsta vetur.
Tað er stjórin í IEA, Faith Birol, sum kemur við spádóminum í eini nýggjari frágreiðing frá IEA sambært E24.
Komandi ár kann gerast ein enn torførari og krevjandi roynd hjá Evropa at vera russiska orku fyriuttan. Vandi er fyri, at Russland sum eitt svar til avgerðina hjá ES at seta prísloft á russiskt gass, fer at minka enn meira um veitingarnar. Russiski forsetin Putin hevur eisini sagt frá, at hann um stutta tíð fer at undirskriva eitt skjal, sum hevur við sær, at Russland fer at minka um sína oljuframleiðslu.
Enn ein orsøk til vandan fyri gasstroti í Evropa næsta vetur er kappingin úr Kina, sum nú eftir at koronarestriktiónir eru settar úr gildi, fer í beinleiðis kapping við Evropa um at fáa atgongd til meira flótandi gass. Nevndarforkvinnan í ES, Ursula Von Der Leyen sigur, at tað hevur eydnast Evropa at hóðra undan trýstinum úr Russlandi og vísir á, at gjørdar eru íløgur uppá 300 mia. euro til tess at minka um avleiðingarnar av minkandi russisku gassveitingunum. Úrslitið av tí er, at Evropa kann kenna seg trygt henda veturin. Nú má ES so til at fyrireika seg til 2023 sigur hon.
Men stjórin í IEA setir í frágreiðingini spurnartekin við, um ES londini megna at fylla upp aftur gassgroymslurnar til næsta vetur eins og tað hevur eydnast henda veturin. Ilt er at vita um næsti vetur verður eins mildur sum hesin og um vindorkan fer at hava eydnuna við sær. Frágreiðingin hjá IEA leggur dent á, at í framtíðini verður størri tørvur á orkueffektiviteti, varandi orku, hitapumpum og einføldum sparitiltøkum. Hesi kunnu fáa avgerandi týdning, um orkutrotið fer at standa við og versna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald