Bankin heldur, at skjótt fer grundleggjandi búskapurin í heiminum at koma fyri seg aftur. Í løtuni er tað ein høgur dollari og ein hægri renta, sum ávirka oljuprísin.
Bankin sigur, at hóast lýggja veðrið hevur minkað um eftirspurningin eftir øllum fossilum brennievnum, og russiska oljuframleiðslan hevur verið meira støðug, so fer prísurin at toga seg upp um 100 dollarar seinni í ár. UBS metir, at Brent oljan fer at hækka til 100 dollarar í juni og til 105 dollarar í seinnu helvt av 2023. Tvs. at príshækkingin fer at vera millum 22 og 28% í mun til verandi oljuprís.
UBS byggir sínar metingar á upplatingina í Kina, eftir at leiðslan í Beijing við ársenda í fjør slepti hørðu krøvunum í sambandi við korona og fer tað at økja vøksturin og harvið eisini tørvin á orku til m.a. flogferðir.
“Vit væna, at kinverski eftirspurningurin fer at vaksa við 0,8 mió. tunnum um dagin og altjóða eftirspurningurin við 1,6 mió. tunnum um dagin í ár. Tað fer so at hava við sær, at eftirspurningurin eftir olju í heiminum fer at hækka til eitt metstøði uppá 103 mió. tunnur av olju um dagin í seinnu helvt av árinum”, sigur íløgubankin.
Tað verður ikki roknað við, at Russland fer at kunna økja um sín útflutning til onnur lond fyri at svara aftur til minkandi útflutningin til ES. Tað hevur verið frammi, at Russland hevur í hyggju at minka um framleiðsluna við 25% sum eitt svar til prísloftið, ið ES lond hava sett fyri innflutningi av russiskari orku.
Opec+, sum Russland er partur av, hevur enn ikki boðað frá, um tað er tilreiðar at økja um framleiðsluna av ótta fyri at prísurin kann lækka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald