2023-02-15 11:46
Leitingin eftir olju og gass í eystara partinum av Meðalhavinum gav úrslit nøkur ár herfyri, og síðani tá hevur Ísrael sum eitt av meðalhavslondunum, ið hevur raðfest leitingina, loksins kunnað sett hol á og er byrjað at framleiða olju og senda hesa víðari til eitt orkuhungrandi Evropa. Talan er um ein varða í ísrealskari orkuveiting, nú landið higartil hevur verið bundið at innfluttari orku. Landið hevur annars í fleiri ár útflutt gass til grannalondini.
Tað hava annars verið avbjóðingar í sambandi við ognarrættin til nakrar av keldunum, sum eru funnar í eystara partinum av Meðalhavinum. Serstakliga millum Ísrael og Libanon. Herfyri samdust londini tó um at áseta eitt mark, sum greitt sigur, hvør eigur rættin til olju og gass í ymsum pørtum av økinum.
Hóast olja og gass longu eru staðfest í stórum nøgdum í ísraelskum øki, so verður kortini hildið fram við leiting, tí mett verður, at meira er til í undirgrundini. Eitt av feløgunum, sum er partur av leitingini í ár er franska TotalEnergies.
Við mongu kolvetnisfundunum í íraelskum øki er landið vorðið sjálvsveitandi við eitt nú gassi, nakað, sum hevur týdning fyri trygdarstøðuna hjá Ísrael, nú onnur orkuveitaralond ikki kunnu hótta landið við at steðga orkuveitingini. Ísrael er rætt og slætt vorðið minni heft at eitt nú innfluttari olju og gassi, tó at landið framvegis innflytir olju.
Ísraelsk orkufeløg eru eisini virkin í okkara parti av heiminum. Eitt nú Ithaca Energy, sum stendur fyri møguligu komandi útbyggingini av risa olju- og gassleiðini Cambo skamt frá føroyska markinum. Ithaca er dótturfelag hjá Delek, sum er heimahoyrandi í Ísrael.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald