Innanlands

Kappingarførið versnar og grøna orkuskiftið gongur seinni

Tað verða avleiðingarnar, tá SEV hækkar elprísin hjá vinnukundunum munandi á eykaaðalfundi í dag, sambært Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum. Hetta greiddi hann frá í sendingini Búskapur & Vinna mikukvøldið.

 Johnny í Grótinum, vertur, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, umrøddu ætlaðu príshækkingina hjá SEV í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna.

 Johnny í Grótinum, vertur, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, umrøddu ætlaðu príshækkingina hjá SEV í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna.

2022-12-16 15:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna tók verturin Johnny í Grótinum saman við tveimum gestum saman um árið, ið fer, og viðgjørdi útlitini fyri 2023. Sverri Justinussen, íløguleiðari í Betri Banka, viðgjørdi búskapin, meðan Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, viðgjørdi støðuna í føroysku vinnuni. Sambært Niels eru útlitini hjá føroysku vinnuni fyri 2023 sum heild góð, tá bæði alivinnan og fiskivinnan fáa góðan prís fyri vørur teirra á altjóða marknaðinum, meðan ferðavinnan eisini er bjartskygd. Í heimligu vinnuni eru útlitini eisini jalig sum er.

Í samrøðuni viðgjørdu Niels og Johnny eisini ætlaðu príshækkingina á el, sum SEV hevur varskógva. “Elprísurin var líka við at blíva partur av valdystinum” staðfesti Johnny. “Men tann avgerðin bleiv útsett til ein eykaaðalfund nú fríggjadagin. Ætlanin hjá SEV var jú at hækkað elprísin við 25 oyru fyri hvønn kilowatt-tíma, men so skeyt Heðin Mortensen upp bert at hækkað prísin við einans 10 oyrum. Úrslitið bleiv, at málið mátti útsetast, tá nevndin í SEV ikki helt ein so lágan elprís verða sambæriligan við krøvini frá lánveitarunum um inntøkuvøkstur til afturrindan av lántøku teirra. Men nú hevur stýrisformaðurin boða frá, at vanligi brúkarin ikki skal uppliva so stóra príshækking. Tað merkir í mínum hugaheimi, at vinnan skal rinda upp aftur meira enn tey 25 oyruni fyri hvønn kilowatt-tíma. KW/tíma, sum longu er ein prísøking á 15%. Hvørjar verða avleiðingarnar av tí fyri vinnuna? Hvat ger tað við grøna orkuskiftið?”

“Um tað veruliga er so, at SEV ætlar at áleggja vinnuni alla príshækkingina, so skaðar tað munandi um kappingarførið hjá vinnuni” svaraði Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum. “Vinnan stendur í dag fyri áleið helmingin av elnýtsluni, og tað vil sjálvandi serliga raka orkukrevjandi vinnurnar harðast. Eisini vil tað ganga útyvir lønsemi í møguligum útbyggingarætlanum, har elprísurin kann koppa íløgukalkyluni til, at tað ikki loysir seg at gera íløguna nú. Serliga álvarsamar eru avleiðingarnar fyri grøna orkuskiftið, har ein hækking í elprísinum veruliga kann seinkað alneyðugu og kostnaðarmiklu umleggingini til varandi orkukeldur.”

Í summar var SEV úti á altjóða lánsmarknaðinum og lænti fyri yvir 1 milliard krónur aftrat til eitt nú at byggja eina nýggja vatnpumpuskipan og at styrkja elnetið. Tað er áður komi fram, at altjóða lánveitararnir seta krøv um ávíst samband millum inntøkur og lánsupphædd. Lutfallið hevur verið, at lántøkan er 6 ferðir so stór sum árliga inntjeningin, men tað hækkar til 9, sum er markið hjá SEV mótvegis lánveitarunum. Sostatt hevur SEV forpliktað seg til hækkað elprísin fyri at hava nøktandi gjaldføri at afturrindað lánini til stóru útbyggingarnar.

Í samrøðuni í Búskapi & Vinnu eftirlýsti Niels Winther, at landsins myndugleikar høvdu eina greiða langtíðarætlan fyri grøna orkuskiftið, har privatu aktørarnir fingu ein størri leiklut í orkuútbyggingini, tí á tann hátt nýtist SEV ikki at hækkað elprísin fyri at fremja slíkar útbyggingar.

Í dag fríggjadagin 16. desember 2022 hevur eykaaðalfundur hjá SEV samtykt, at elprísurin hjá vanligum húsarhaldum hækkar við 18 oyru fyri hvønn kilowatt tíma, og hjá vinnuvirkjum er hækkingin ávikavist 22 oyru og 28 oyru fyri hvønn kilowatttíma, alt eftir, hvussu nógvan streym tey brúka.

“Veruleikin er, at príshækkingin er neyðug”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV í tíðindaskrivið. “Men tá alt kemur til alt, er hetta ein lítil príshækking, sum ikki fer at ganga út yvir kappingarførið hjá Føroyum, og sum heldur ikki tyngir privatu húsarhaldini í stóran mun.”

Her er Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, soleiðis ikki samdur, tá hann metir príshækkingin fer at ganga útyvir kappingarførið hjá útflutningsvinnunum.

Sendingin Búskapur & Vinna, sum er ársins síðsta og tann fimtanda í ár, verður endursend á Rás 1 í Televarpinum sunnukvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder