Tað er ikki bert í Afrika og Suðuramerika, at áhugin fyri at leita eftir kolvetnum er stórur. Eisini hjá grannanum fyri vestan – hinumegin Atlantshav – út fyri vesturstrond Kanada bjóða íleggjarar og oljufeløg seg fram. Seinasta útbjóðingin hevur verið tann mest væleydaða síðani 2000 skrivar World Oil.
![]()
Myndugleikarnir eru sera væl nøgdir og siga, at útbjóðingin er eitt dømi um, at hesin parturin av Kanada og heiminum sum heild fer framhaldandi at vera ein týðandi veitari av olju og gassi til heimin.
![]()
Tá Føroyar fóru undir at leita eftir olju og gassi eftir ár 2000 høvdu okkara fólk vitjað í nettupp Newfoundlandi og Labrador fyri at læra av teirra royndum á oljuøkinum. Tað vóru frægir menn sum Árni Olafsson og Halgir W. Poulsen, sum stóðu fyri tí arbeiðinum, sum gjørdist ein partur av týðandi læruni Føroyar fingu frá øðrum londum, ið tá høvdu drúgvar royndir.
Vert er eisini at leggja til merkis, at tá ein tann seinasti brunnurin varð boraður í Føroyum var tað við boripallinum West Hercules. Og eftir at hava borað her legði hann leiðina til nettupp Kanada at halda fram við boringum har.
Møguliga kunnu vit aftur gera okkum dælt av kanadisku royndunum eftir tað eisini. Feløg sum standa fyri kanadiska oljuævintýrinum eru somu feløg, sum arbeiða eystan fyri føroyska markið, eitt nú Equinor, Shell og Ithaca.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald